Tá ið hetta er sett í verk, hava vit so góð amboð, sum til ber til at hava ímóti teimum, sum vilja gera seg inn á okkara grundleggjandi rætt at drepa grind.
Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindamálum, nú grindalógin enn einaferð er til viðgerar í Løgtinginum, og hetta sama fortaldi hann eisini grindamonnum á aðalfundinum í Grindamannafelagnum beint fyri páskir.
Í grindalógini er ásett, at tann, sum sær eina grind, hevur skyldu at boða frá, annars fær viðkonandi 25.000 krónur í bót. Nú er ætlanin at avtaka revsingina, men kortini at varðveita fráboðanarskylduna sum eina moralska skyldu.
Men samstundis hevur samgongan kanna, hvørji onnur tiltøk kunnu setast í verk fyri at forða Sea Sepherd, og øðrum felagsskapum, at koma til Føroya at gera seg inn á grindadráp.
Og í næstum verða sostatt trý tiltøk afturat sett í verk, og tey hoyra øll undir Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum og útlendingamálum.
Tað fyrsta tiltakið verður at seta eina kunngerð um trygt á sjónum í gildi, og eftir henni skal tað bera til hjá føroyskum myndugleikum at nokta skipum, sum hava til endamál at bróta føroyska lóg, yvirhøvur at koma inn um føroyska 12 fjórðinga sjómarkið.
Sostatt kunnu skip frá Sea Shepherd, ella øðrum umhvørvisfelagsskapum, sum eru á veg til Føroya at leggja seg út í grindadráp, verða vend á 12 fjórðinga markinum, soleiðis at tey aldrin koma nær í námind av eini grind, og enn minni til lands í Føroyum.
Annað tiltakið verður at krevja, at eisini fólk frá felagsskapum, ið koma til Føroya við tí endamáli at forða fyri grindadrápi, skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi, áðrenn tey sleppa til Føroya.
- Sostatt fer tað ikki at vera líka lætt hjá teimum at koma inn til Føroya, sum tað hevur verið.
Skipini hjá Sea Shepherd eru skrásett í Niðurlondum, og triðja tiltakið er, at nú fara føroyskir myndugleikar boða myndugleikunum í Niðurlondum, frá, at skip undir teirra flaggi brýtur føroyska lóg.
- Tað vil siga, at tey skulu verða strikað í skipaskrásetingin í Niðurlondum, hevur Høgni Hoydal víst á.