Ein einføld trygdarskipan kann forða fyri, at tú ella børnini hjá tær av óvart koma at keypa spøl ella inni í spølum, sum verða brúkt á teldlum ella telefonum.
Tað er skjótt at koma galið í býin, tí skipaninar og spølini á teldlum og snildfonum hjá Apple eru gjørd soleiðis, at tað skal verða einfalt og lætt at keypa.
Tað vanliga er, at fólk gera sær ein profil á iTunes, sum er stóri marknaðurin hjá Apple, og umvegis hendan profil keypa spøl, appir ella forrit. Eitt gjaldskort og loyniorð verða knýtt at iTunes profilinum, men tað kann gerast so lætt, at tað eisini ber til at keypa nógva vøru uttan stórvegis ávaringar ella áminningar um loyniorð ella pinkotu.
iPaddar og iPhones verða latin brúkarum við møguleikan at keypa inni í spølum – sonevnt ”In app purchase”. Hetta verður vanliga brúkt, tá ið fólk taka ókeypis spøl niður, men síðani kunnu keypa sær betri atgongd ella størri møguleikar inni í spælinum.
Og her er tað, at børn kunnu koma til at keypa fyri nógvar túsund krónur, áðrenn foreldrini varnast. Nógv dømi er um, at hetta er hent. Børnini vita loyniorðið hjá foreldrunum, ella foreldrini hjálpa børnunum at keypa okkurt spæl, og síðani lata gjaldskortið verða hangandi at brúka víðari.
Børnini, ið ivaleyst ikki vita betur, kunnu so keypa inni í spølunum fyri at fáa meira burtur úr spælinum. Men tað eru ikki spælipengar, tey brúka, men veruligar krónur og oyru.
Apple lovar broytingar
Fólk um allan heimin hava upplivað hesar afturvenandi trupulleikar, tá ið børn koma at brúka pengar til spøl á teldlum ella snildfonum.
Apple boðaði fyri kortum frá, at tey hava játtað at gjalda næstan 200 milliónir krónur aftur til foreldur í USA, sum eru komin í keðiliga støðu orsaka av børnunum. Eisini hevur Apple gjørt avtalu við amerikanskar myndugleikar um, frá 31. mars skal mannagongdin fyri keyp broytast, so at trupuleikin minkar ella verður burtur.
Men til ta tíð kanst tú sjálv syrgja fyri, at einki verður keypt um tín teldil ella tína snildfon, uttan at tú sigur gott fyri tí í hvørjum einstøkum føri.
Far inn á ”Settings (indstillinger)” á tínum iPad ella iPhone, vel ”General (generelt)” og síðani ”Restrictions (begrænsninger)”. Síðani velir tú ”Require password (slå begrænsinger til)”. Síðani velir tú tær eitt loyniorð, sum tú sjálvandi mást minnast til, og tað skal brúkast, tá ið keyp frameftir verða gjørd á teldlinum ella telefonini.
Harvið mást tú í hvørjum einstøkum føri góðkenna keyp av spølum ella inni í spølum – og sleppur undan stórum, óynsktum rokningum frá Apple.