Soleiðis bjargar tú mannalívi: Hvør minuttur telur

Soleiðis skalt tú bera teg at, tá ið fólk fáa blóðtøpp í heilan

Hvørt ár fá einir 120-130 føroyingar blóðtøpp í heilan. Fólk í øllum aldri kunnu fáa blóðtøpp í heilan, men nógv tey flestu eru eldri.

 

Apopleksi, sum tað verður nevnt er ein bráðfeingis sjúka, sum krevur bráðfeingis viðgerð, sigur Landssjúkrahúsið.

 

Tí eru tey nú farin undir eitt átak at fortelja fólki, hvussu tey skulu bera seg at, fáa tey illgruna um, at makin, vinfólkið, starvsfelagin, ella onkur annar, hevur fingið blóðtøpp í heilan.

Landssjúkrahúsið staðfestur, at blóðtøppur í heilanum er ein tann vanligasta orsøkin til deyða ella avlamni.

 

Men tað nýtist ikki at verða so, leggja tey á Landssjúkrahúsinum afturat. Men tey leggja samstundis dent á, at tað er avgerandi, at tað verður skjótt borið at, tí hvør minuttur telur.

 

TrýstER HER og les, hvussu tú skalt bera teg at, fært tú illgruna um, at onkur hevur fingið blóðtøpp í heilan. Her verður eisini greitt frá, hvørji teknini til ein blóðtøpp í heilanum kunnu vera.