Í desember 1997 var Sámal Petur í Grund sagdur úr starvi sum landssstýrismaður í sambandi við málið um Vágatunnilin, sum ætlanir vóru um at gera. Sámal Petur í Grund, sum umboðaði Sjálvsstýrisflokkin, var fyrsti landsstýrismaðurin, sum varð koyrdur úr starvi eftir nýggju stýrisskipanarlógini. Tað var Edmund Joensen, sambandsløgmaður, sum loysti Sámal Petur úr starvinum
Í september í fjør var Kári P. Højgaard sagdur úr starvi sum landsstýrismaður í sambandi við málið um Eysturoyartunnilin, sum ætlanir eru um at gera. Kári P. Højgaard, sum umboðar Sjálvstýrisflokkin, er higartil seinasti landsstýrismaðurin, sum er koyrdur úr starvi. Tað var Kaj Leo Holm Johannesen, sambandsløgmaður, sum loysti Kára P. Højgaard úr starvinum.
Í dag vitjaðu Sámal Petur í Grund og Kári P. Højgaard á Rás2 og greiddu millum annað frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið teir vórðu uppsagdir.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við teir báðar.