Soleiðis endar ein fosturtøka

Jenis av Rana, sum er bæði lækni og løgtingsmaður, hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvussu ein fosturtøka endar

Tað hevur hann gjørt í einum grein 52a fyrispurningi til Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Hann spurdi soleiðis:

– Hvørjar mannagongdir eru á føroysku sjúkrahúsunum fyri fostrinum, frá tí løtu, lívstráðurin er kvettur, og til aktuella fosturtøkan er endað?

Í svarinum til Jenis av Rana sigur landsstýriskvinnan, at sambært Sjúkrahúsverkinum er mannagongdin soleiðis, at tá ið talan er um fosturtøkur áðrenn viku 12 í viðgongutíðini, verða tær vanliga framdar sum medisinskar fosturtøkur.

– Verður fosturtøkan framd kirurgiskt, verður vevnaðurin burturbeindur sum ein lívfrøðilig burturbeining.

– Vanliga verða fosturtøkur ikki framdar eftir 12. viku í Føroyum, men í teimum førum, har talan er um seinar fosturtøkur (eftir viku 12 og áðrenn viku 22) hevur kvinnan/parið møguleika sjálvi at avgera, hvat skal gerast við fostrið. Í tílíkum førum verður vegleiðing givin um hvørjir møguleikar eru, sigur hon. 

Sambært Sjúkrahúsverkinum ynskja tey flestu at jarða fostrið í eini grøv hjá einum avvarðandi.

– Ynskja tey ikki at hava fostrið við heim, verður fostrið burturbeint sum ein lívfrøðilig burturbeining, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.