Føroyar hava góðar royndir við at lata almenn partafeløg standa fyri bygging og rakstri av undirsjóvartunlum. Tað staðfestir Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvussu tann ætlaði Suðuroyartunnilin kann fíggjast. Í hesum sambandi spyr hann um ein møguleiki kann vera at taka lán frá danska statinum til tunnilin, tí soleiðis fæst rentan so lág, sum hon kann vera.
Tað svarar landsstýrismaðurin ikki beinleiðis upp á, Men hann staðfestir, at tað er løgmaður, sum umsitur Suðuroyartunnilin. Og eftir ætlan fær partafelagið, Suðuroyartunnilin nú heimild at gera allar neyðugar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin.
– Miðað verður eftir, at kanningarnar verða lidnar við ársenda í 2024. Samstundis verður ein haldføriskanning gjørd, og ein fíggingarleistur verður funnin, sigur Dennis Holm.
Í hesum sambandi skulu ymiskir møguleikar fyri fígging, lýsast, áðrenn ein endalig avgerð verður tikin um, hvussu best er at fíggja, byggja, og reka Suðuroyartunnilin, leggur hann afturat.
Dennis Holm vísir eisini á, at partapeningurin í Eystur- og Sandoyartunlinum er bara 15 prosent av allari íløguni og restin er fíggjað við lánið. Eftir løgtingslógini fyri partafelagið, skal landið veðhalda fyri felagið, soleiðis, at fer bilatalið niður um eitt vist, skal landskassin rinda tunlinum rakstrarstuðul.
Hann sigur, at partafelagið, Suðuroyartunnilin, kann taka lán við trygd frá landinum og soleiðis veitir landskassin trygd fyri, at lánið veður goldið. Lánið fellur ikki til gjaldingar undir einum, men landskassin tryggjar teimum, ið lána pening til verkætlanina, at tey fáa lánsgjøld og rentur til tíðina. Hesin leistur bleiv nýttur til at fíggja Eystur- og Sandoyartunnilin.
– Landsbankin mælir til, at landið tekur lán til alla verkætlanina og endurlænir tunnilsfelagnum peningin. Felagið lænir tá peningin við somu treytum sum landskassin og fær, sambært Landsbankanum, harvið tær bestu lánstreytirnar, sigur Dennis Holm.