Soleiðis gongur við troli

Tað røkist einki fyri, at upsafiskiskapurin broytist til tað betra.

Tað gongur einki serligt hjá partrolarunum sum fiska upsa. Fiskiskapurin er framvegis smáligur.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í hesi vikuni.

 

Partrolararnir, sum fiska upsa, hava smáligan fiskiskap. Skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski.

 

Tvey partrolarapør eru á gulllaksaveiði, nú vit eru mitt í gulllaksavertíðini.

 

Tveir djúpvatnstrolarar eru á svartkalvaveiði. Teir koma møguliga inn at landa síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu.

 

- Annar er bretskum sjógvi, og hin er í føroyskum sjógvi, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Í løtuni eru tveir av teimum smáu trolbátunum á landleiðini, og ein er norðanfyri. 

 

- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski. Allir koma inn at landa í vikuni.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

 

- Skipini á svartkalvaveiði hava smáligan fiskiskap, meðan skipini á havtaskuveiði hava brúkiligan fiskiskap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at øll garnaskipini koma inn at landa í vikuni.

 

 

 

 

 

Tað gongur einki serligt hjá partrolarunum sum fiska upsa. Fiskiskapurin er framvegis smáligur.