Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og væntandi er, at okkurt parið aftrat loysir um vikuskiftið.
Hóast vit eru komin út í september, eru tvey pør framvegis á gulllaksaveiði.
Orsøkin til, at gulllaksaskipini enn ikki eru givin, er, at bert tvey pør eru á hesi veiði í vertíðini í ár.
Longu í byrjanini av vertíðini tíðliga í apríl sakk Eysturbúgvin, og tað hevur ikki eydast at finna ein nýggjan makkara til Vesturbúgvan.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru á svartkalvaveiði, og teir koma væntandi inn at landa í næstu viku.
- Ein djúpvatnstrolari liggur við bryggju, og ein frystitrolari er í Eysturgrønlandi.
Av teimum smáu trolbátunum er ein á landleiðini, tveir eru á Skeivabanka, og tveir eru norðanfyri.
- Allir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku. Teir hava eina blanding av toski, hýsu og flatfiski, og fiskiskapurin er brúkiligur.
Tvey garnaskip eru á svartkavaveiði og hava brúkiligan fiskiskap. Tvey fiska havtasku, men hesi hava misjavnan fiskiskap.
- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.