Soleiðis halda føroyingar seg edrúar

Nú verður farið undir slóðbrótandi gransking um hvussu tey, sum hava verið til avvenjingar, klára seg

 

Hvussu klára tey, sum hava verið til avvenjingar fyri rúsdrekka- og rúsevnatrupulleikar, at halda seg edrú?

Tað er spurningurin, Lív Justinussen, sum lesur sálarfrøði í Onglandi, nú hevur sett sær fyri at kanna.

 

Endamálið við kanningini er at fáa greiði á, hvørji amboð, tey, sum hava verið til avvenjingar, brúka fyri ikki at detta út í aftur.

Halda tey seg inni? Lata tey vera við at fara til tiltøk, har tey vita, at tað verður skonkt? hava trúgv og átrúnaður nakran týdning?

 

- Hetta er ikki nakað, ið hevur verið kannað í Føroyum áður, sigur Lív Justinussen.

Tí heldur hon, at hetta er eitt áhugavert øki at kanna.

Hon staðfestir samstundis, at tað er stórt trot á hagtølum um misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum.

Og ikki minst er stórt trot á hagtølum um, hvussu tað gongst hjá teimum, sum hava verið til avvenjingar.

 

Kanningin fer fram á tann hátt, at á heimasíðuni www.rusdrekka.info, er eitt spurnarblað, har tað tey, sum vilja vera við í hesi granskingarverkætlan, kunnu svara nøkrum spurningum um evnið.

Einasta treyt fyri at vera við í kanningini, er, at tann, sum svarar, hevur verið til avvenjingar minst einaferð í lívinum, sigur Lív Justinussen.