Arbeiðsbólkurin við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar

Soleiðis kunnu uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum yvirtakast

Arbeiðsbólkurin við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar

Álit, sum lýsir hvussu uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum kunnu yvirtakast, er handað Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

 

– Eg fari nú at umrøða niðurstøðurnar í góða og greiða álitinum frá arbeiðsbólkinum við landsstýrið og samgonguflokkarnar. Síðani ætli eg mær at taka samanum málið og taka støðu til, um Landslæknaembætið og ávís onnur málsøki skulu yvirtakast í hesum samgongutíðarskeiðnum. Væntandi verður støða tikin til málið einaferð seinni í vár, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í viðmerking.

 

Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn stendur, at farast skal undir at fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum. Í hesum sambandi setti landsstýriskvinnan í heilsumálum, í mars í fjør, ein arbeiðsbólk við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar at útgreina og lýsa yvirtøkuna nærri.

 

Arbeiðið er nú liðugt. Við støði í álitinum, kann landsstýriskvinnan nú saman við landsstýri og samgongu taka støðu til, um uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum skulu yvirtakast í hesum samgongutíðarskeiðnum.

 

Umframt uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum vísir arbeiðsbólkurin á møguleikar at yvirtaka málsøkini sjúklingarættindi, tvingsil í psykiatri, tvingsil í somatik, rúsandi evni, vísindasiðseminevnd og kæru- og endurgjaldsmøguleikar.

 

Álitið sum arbeiðsbólkurin hevur orðað er at finna her.

 

##med2##

 

##med3##

 

Arbeiðsbólkurin við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar