Soleiðis verður veðrið á ólavsøku

Tey, sum halda, at hæddarpunktið á ólavsøkuni er at ganga omaneftir niðaneftir Áarvegnum, skulu ikki bíða til ólavsøkudag

Midnáttarsangur í fagrasta veðri. Í ár verður tað helst ein vátur umgangur

Ólavsøkan verður ein blanding av góðum veðri – og vátum veðri. Tað vísa tær nýggjastu veðurforsagnirnar, nú seint seinnapartin í dag.

 

Í stuttum kann sigast, at ein fastur táttur á ólavsøkuni, kappróðurin, verður í góðum veðri, men útlitini eru meiri ivingarsom fyri eitt annað hæddarpunkt, nevniliga ólavsøkusangin. 

 

Andrias Klein Gregoriusen, veðurfrøðingur á føroysku veðurstovuni, sigur, at í morgin, ólavsøkuaftan, verður gott veður. Tað verður lítil og eingin vindur, einar 5 -10 metrar um sekundið sunnaneftir og hampuliga lýtt, 11- 14 stig. Men tað er vandi fyri mjørka, veðurfrøðingurin sigur, at møguleikin fyri, at tað verður klárt í veðrinum í Havn, er eini 60 prosent.

 

Ólavsøkudag byrjar eisini væl. Vindurin verður tann sami, men sum líður út á dagin, dregur hann á luftina og so fer at regna – og tað fer at regna reiðiliga illa eisini. Sum tað sær út nú, verður tað ikki fyrrenn um kvøldið at tað fer at, regna, men tað er eitt sindur óvist og fólk skulu fyrireika seg upp á, at tað verður longu seinnapartin at tað fer at regna.

 

Tá veksur hann eisini vindin, upp á 8-13 metrar um sekundið av landsynningi suðuri. Og sum tað sær út nú, fer tað at oysregna tað mesta av náttina, so midnáttarsangurin kann verða ein váttligur umgangur.    

 

Og hjá teimum, har hæddarpunktið er at ganga omaneftir og niðaneftir Áarvegnum, skulu ikki bíða við tí til ólavsøkudag.

 

Midnáttarsangur í fagrasta veðri. Í ár verður tað helst ein vátur umgangur