Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Hitin fer at vera um frostmarkið um vikuskiftið

(Mynd: Ingi Sørensen)

Føroyska veðurstovan roknar við hampuliga góðum veðri um vikuskiftið, men tað verður kalt.

 

Í dag vera 3-8 m/s av landnyðringi, klárt og einstøk kava- ella vátakavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 stig. Í kvøld og í nátt 5-10 m/s av norði og klárt. Hitin millum frostmarkið og 3 kuldastig.

 

Sunnudagin verða 5-10 m/s av norði, minkandi niður undir 5 m/s av ymsum ættum. Fyri tað mesta turt og nakað av sól. Um náttina 8-13 m/s, í støðum upp í 15 m/s, av landsynningi. Út á náttina fer at regna. Hitin millum 2 kuldastig og 4 hitastig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)