Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

DMI roknar við góðum veðri um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið verður hampuliga gott um vikuskiftið. Í dag verður turt, og sólin kagar fram. Í annaðkvøld verður kaldari í veðrinum.

 

DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av útsynningi. Mest turt og skýggjað, men eisini møguleiki fyri nakað av sól. Hitin verður millum 6 og 10 stig. Í kvøld og í nátt 8-13 m/s av útsynningi og sum frálíður klárt í veðrinum. Hitin verður millum 4 og 8 stig.

 

Sunnudagin vera 8-13 m/s av útsynningi og vestri, í støðum upp í 15 m/s. Skiftandi skýrák og onkrir sólglottar. Seinnapartin og um kvøldið 3-8 m/s av norði. Samdrigið og turt. Hitin verður millum 7 og 11 stig, um kvøldið millum frostmarkið og 4 hitastig.