Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Tað verður lítið av vindi um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI roknar við hampuligum veðri um vikuskiftið. Tað verður lítið av vindi, men vit kunnu rokna við nakað av regni.

 

Í dag vera 5-10 m/s av suðri. Skýggjað fyri tað mesta og ælaveður. Hitin verður millum 7 og 11 stig. Í nátt vera undir 5 m/s av ymsum ættum ella av suðri. Samdrigið og onkur æl. Hitin verður um 5 stig.

 

Sunnudagin vera framvegis undir 5 m/s, sum frálíður av eystri. Samdrigið og ælaveður. Hitin verður millum 6 og 10 stig. Um kvøldið 3-8 m/s av útnyðringi og vestri, samdrigið og regn í støðum. Hitin millum 6 og 10 stig.