Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Mesti vindurin verður í nátt og fyrrapartin sunnudagin

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður illsligt veður um vikuskiftið – serliga í nátt og fyrrapartin í morgin.

 

DMI sigur, at í dag vera 5-10  m/s av útsynningi, seinnapartin upp í 10-15 m/s. Í nátt 13-18 m/s av suðri. Samdrigið og regn. Hitin verður millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin vera 13-18 m/s av suðri og regn. Um middagsleitið 10-15 m/s av vestri og ælaveður. Hitin verður millum 7 og 10 stig.