Samstundis hevði hann frammíhjá fingið undirvísing hjá gitnum sanglærarum sum Anthony Rolfe-Jonson og Dorothy Irving. Famhaldandi fær hann nú sangútbúgving í London hjá Roger Vignoles og Robert Tear.
Jonas hevur serliga lagt seg eftir at syngja lieder og solopartar í oraorium, og ungur, sum hann er, hevur hann longu havt hópin av framførslum í slíkum sambandi m.a. sum evangelistur í Jólaoratorium og Jóhannnespassión J.S. Bachs og sum solistur í Händels Messias og Skapaninin eftir Joseph Haydn. Harumframt er hann eisini limur í operukvartettini Opera Sublima.
BergÞór Pálsson leyk B.M og Master´s Degree of Voice frá Inidiana University í USA í 1987., har hansara høvuðslærarar vóru Roy Samuelsen, Nocola Rossi-Lemeni og Virginia Zeani.
Síðan starvaðist hann í trý ár á Pfalztheater í Kaiserslautern í Týsklandi, har hann var solistur í gitnum operum og m.a. hevði høvuðsleiklutin í Don Giovanni eftir Mozart.
Síðan 1991 hevur hann havt tætt tilknýti til íslendsku operuna og havt týðandi leiklutir í operum eftir Mozart, Verdi, Puccini, m.a. tittul leiklutin í "Eugene Onagin" eftir Tjaikovski.
Eisini hevur BergÞór mangan verið sang-solistur hjá íslendska symfoniorkestrinum eitt nú í Carmina Burana hjá Carl Orff.
Sum oratoriisangari hevur BergÞór Pálsson afturvendandi luttikið t.d. í Requiem Mozarts, Skapanini eftir Haydn og í passiónum og oratorium J.S.Bachs - soleiðis var hann eisini bass-solistur, tá Havnarkórið fyri tveimum árum síðan framførdi Jólaoratoriið.