Tíðindaskriv:
Hetta verður ein heilt serlig løta við einuari skrá, sum bøði er fjølbroytt, spennandi og persónlig - við verkum, sum hava havt serligan týdning á leiðina gjøgnum konservatoriið. Har verður alt frá inniligum, kenslubornum tónleiki til ógvuliga virtuos og leikandi stykkir.
Talan er um eina hugnaliga og áhugaverda løtu - og øll eru hjartaliga vælkomin!
Gevið gætur, at atgongumerki bert kunnu keypast við dyrnar.
Prísur:
150 fyri vaksin
100 kr fyri lesandi og ung, sum eru til og við 25 ára gomul
Ókeypis fyri børn, sum eru til og við 12 ára gomul
Skrá:
Sergei Rachmaninoff (1873-1943): Préludes Op. 32
No 5 í g dur
No 10 í H mol
Wolfang Amadeus Mozart (1756-1791):
Sonata no 5 í G dur, K. 283
Sunleif Rasmussen (1961-): 7 Bagatellen
No 3: Der Tanz um die Hymne
No 6: Die Stimme der Traurigkeit
Claude Debussy (1862-1918): Préludes livre 1
No 5: Les Collines d'Anacapri
No 10: La Cathédrale Engloutie
Franz Liszt (1811-1886):
Rhapsodie Espagnole