Sólvit skal ganga á odda fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum

Nú samla tey undirskriftir inn fyri at leggja trýst á landsstýrismannin í almannamálum

Amnesty International fer nú at samla undirskriftir inn fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum. Amnesty sigur, at undirskriftirnar verða samlaðar inn fyri at leggja trýst á Sólvit E. Nolsø við tí endamáli at fáa hann at broyta lógina um fosturtøku.

 

Tey siga, at tað er hann, sum varar av lógini og tískil er tað hann, sum skal ganga á odda fyri at broyta lógina so at vit fáa fría fosturtøku. Amnesty sigur, at í dag er altjóða dagur fyri trygga fosturtøku og tað er eisini í dag, at tey fara undir at samla undirskriftir til Sólvit E. Nolsø. Tey siga, at hetta er eisini fyrstu ferð, at Amnesty samlar undirskriftir inn fyri at røkka einum føroyskum endamáli

 

– Vit heita á Sólvit E. Nolsø, sum er landsstýrismaður í almannamálum, og varar av føroysku fosturtøkulógini, um at virða rættindini hjá gentum og kvinnum at taka avgerðir um sín egna kropp, og um nøring og framtíð.

 

– Í Amnesty eru vit sannførd um, at vit øll hava rætt at taka avgerðir um egnan kropp, nøring og framtíð, og tí halda vit eisini, at gentur og kvinnur í Føroyum skulu hava møguleika at fáa fosturtøku tá ið tær vilja tað.

– Kynsrættindi og nøringarrættindi hjá gentum og kvinnum, eru staðfest í kvinnurættindasáttmálanum hjá ST, sigur Amnesty.  Sáttmálin staðfestir rættindini hjá gentum og kvinnum og tryggjar kynsrættindi og nøringarrættindi. Gentur og kvinnur hava rætt til heilsutænastur sum fyribyrging og fosturtøku, og tað er teirra val, um tær vilja hava børn, nær tær vilja hava børn, umframt hvussu nógv børn tær skulu hav - og við hvørjum.