Somu vallyfti

Eg eri farin at ivast í, um okkara politikarar hava fingið Alzheimer. Hava tit gloymt, at tit lova somu lyftir til hvørt valið, og nú er tað so stutt ímillum valini, at tað skuldi ikki kunna latið seg gjørt at gloyma so skjótt, uttan ein hevur fingið Alzheimer.
Eg havi arbeitt í heimarøktini í 7 ár, og tað hava verið minst 3 val síðan eg byrjaði og tað hevur ongantíð verið so ringt at verið gamal, ella á annan hátt óhjálpin, og hava brúk fyri eini heimahjálp. Eg vildi ynskt at eg kundi fingið tann møguleikan at svara einum av tykkum, um tit fáa brúk fyri hjálp, tíverri, ring aftur um 3 vikur, og hava tit lív lagað, so koma tit einaferð at trakka í teir súru skógvar, sum hesi stakkals menniskju eru í. Hugsið tykkum um dustsúgvarin ikki bleiv tikin fram í 4 vikur heima hjá tykkum, í fjør blivu tað 8 vikur, os eg veit ikki um tað vera 12 vikur í ár. Ella um tit fáa at vita at tit kunnu fáa kvøldvakt ella morgunvakt, ikki bæði. wc og mat má avvarðandi taka sær av, tá tey koma frá arbeiði.
Heilt erligt, eg haldi at hetta er langt úti, minnist til, vit eru í 2004, ikki 1904. Kanska eru tit umskyldir, tí tit vita onki um hesa støðu, men hvat við at kanna støðuna áðrenn tit tveita lyftir til høgru og vinstru og við ongari adressu?
Eg havi eitt hugskot, havi eitt val hvørt ár og útfylli eitt lyfti um árið, ikki 100 lyftir og onki útfylt, so vera vit øll glað og velja eftir tørvi.