Son of Fortune hevur givið út fyrsta staklagið á komandi plátu síni - “Is it Essential. Hetta er útgivið bæði sum staklag og sjónbandalag.
Maðurin handan Son of Fortune, Benjamin Petersen, hevur í 2019 verið hinumegin atlanshav og arbeitt í tónleikahøvuðstaðnum Nashville. Eftir at hava skrivað 500 teldupostar og fingið fimm aftursvar, setti hann seg í eitt flogfar við lítlum og ongum viðføri - einasta hann hevði var ein rúgva av nýggjum løgum og sín trúfasta Fender gittar.
Komin til Nashville, gekk tað skjótt fyri seg, og áðrenn hann visti av, hevði hann samlað sær ein hóp av góðum tónleikarum, ið vóru við upp á at spæla inn saman við honum.
Úrslitið er plátan “Voodoo Pop”, sum kemur út á vári 2020. Plátan er upptikin í Sputnik Sound av navnframa Grammy vinnandi toyminum Vance Powell og Mike Fahey - hesir eru kendir frá útgávum hjá m.a. Jack White, Arctic Monkeys og Chris Stapleton.
Hoyr lagið "Is it Essential" her:
##med2##
Son of Fortune hevur tvinnar konsertir í Føroyum í november mánað - 8. november í Reinsarínum í Tórshavn 9. november í Töting í Syðrugøtu.