Songfuglar vitja aftur í reiðrinum

Petsi Tvørfoss, sum var við í danska Grand Prixnum fyrr í ár, Eivør Pálsdóttir, kendasta føroyska songkvinnan í dag, og Arnfríð Lútzen, ein av sangarunum í Kulum Rótum, vóru allar vinkonur sum smágentur. Nú eru tær staddar í hvør sínum heraðshorni, og mong ár eru liðin síðani tær tríggjar sóust. Sosialurin var við, tá sangarinnunar hittust aftur í Gøtu

Annika B. Mortensen
?????????????????

Sum smágentur plagdi Petsi, Eivør og Arnfríð javnan at verða inni hjá ommu Petsi, Óluvu Tvørfoss, í Norðragøtu, og tað er eisini inni hjá ommuni at tær hittast aftur í dag fyri fyrstu ferð í 12 ár.
Omma Petsi gongur og stákast í køkinum, hon borðreiður við vaflum, smákøkum og alskyns lagkøkum, og um borðið verður prátað um at syngja og um gamlar dagar.
Petsi greiðr frá, at hon flutti úr Gøtu til Danmarkar við foreldrunum tá hon var 9 ára gomul. Ætlanin var einans at verða niðri í eini tvey ár, men tá so kreppan rakti Føroyar, varð familjan verðandi í Danmark.
Eivør sigur seg minnast tann dagin, Petsi flutti úr bygdini.
- Eg var og segði farvæl við Petsi. Eg var rættliga cool og eingin sá, at tað harmaði meg, men tá eg so kom heim aftaná græt eg í fleiri tímar.«
Eivør og Petsi vóru eina tíð so tætt knýttar at hvørji aðrari, at tær ikki vildu í skúla, um tær ikki vóru eins ílatnar.
Sungu í kjólum hjá foreldrunum
Eivør og Petsei greiða báðar frá, hvussu sangur ofta vavdi seg uppí tá tær spældu,
- Vit nýttu hugflogið nógv, tá vit spældu. Eg minnist at vit ofta fóru í gamlir kjólar hjá teimum vaksnu, og so høvdu vit konsert og sungu", sigur Eivør og smílist til Petsi.
Petsi leggur afturat at tær plagdu at standa frammanfyri spegilin við hárfønara.
- Tað riggaði so væl at syngja í fønaran tí so sá tað út, sum um vindurin spældi í hárinum.
Eivør minnist, at hon og Petsi ikki vóru smædnar, men tíðum førdu seg fram og sungu fyri fólki. Sissel Kirkebø var oftan á skránni. Tá skuldi syngjast á norskum, sum hvørgin teirra dugdi og tí varð líti og einki skil á.
- Petsi leggur afturat at tær vóru ikki fegnar, tá Sissel giftist við Eddie Skoller og klipti hárið stutt. Tá grótu bæði hon og Eivør, sigur omman sum situr og lýðir á.
Spældu nógv úti
Petsi og Arnfríð vóru eisini góðar vinkonur, áðrenn Petsi fór av landinum, men tað var ikki fyrr enn Petsi var farin, at Eivør og Arnfríð funnu hvørja aðru.
Tær luttóku millum annað báðar í Ársins Songrødd. Tað varð Eivør, ið vann kappingina, men árið eftir luttók Arnfríð enn einaferð, og tá eydnaðist henni at vinna. Arnfríð flutti til Klaksvíkar, tá hon var 15 ára gomul, men áðrenn tað búðu tey í grannalagnum hjá ommu Petsi, og soleiðis bar tað til at Petsi og Arnfríð blivu vinkonur.
Arnfríð var kanska minni framfør enn hinar báðar, hon minnist ikki nakað til at hava sungið og upptraðkað við hinum báðum, men minnist at teknifilmur ofta var á skránnið, og at nógv varð spælt úti, onkuntíð spældu tær Heidi og fjallaabbin.
Hugurin til at syngja var kortini hjá Arnfríð, hon sang í kóri og var á sínu fyrstu fløguútgávu bert 7 ára gomul. Tá sungu hon og stóra systir hennara á tveimum løgum hjá Símuni úr Konoy. Eivør leggur afturat, at hon minnist hvussu væl Arnfríð dugdi at gera krúllur, tá hon sang.
Sníktu seg oman á kaiina
Húsini hjá ommu Petsi liggja beint omanfyri havnarøki í Norðragøtu.
Sangarinnunar minnast at tær ofta lúrdi seg oman á havnarlagið at spæla við boyur - sjálvt um tær vistu at tær ikki vóru loyvdar oman har.
- Vit plagdi at sita á boyunum og spæla, at tær vóru hestar. Har restaði ikki í hugflogum - eg helt veruliga at boyan fór, sigur Eivør og hyggur oman á havnarøki har boyurnar enn liggja.
Petsi minnir hinar báðar á brævið sum tær einaferð skrivaðu til ommuna.
»Hey omma, vit eru á keiuni - ps. ikki verða bangin.«
Prátið vendur aftur til tónleikin. Eingin teirra veit, hvussu tað ber til, at tær í dag allar eru sangarar. Tær hava allar, hvør í sínum lag, funnið veg til tónleikin, og samstundis vóna tær allar at verða verandi í tónleikaheiminum.
??????????

Petsi Tvørfoss
Fødd: 14.04.83
Systkin: Eina yngri systur
Bústaður: Ålborg
Børn: Nei

Petsi hevur júst klárað upptøkuroyndina til rútmisku sangdeildina á Jysk Musikkonservatorium. Hon kom nýliga fram í samband við danska Grand Prixið, har hon bleiv nummar 5, og nú er hon heima og skal syngja á føroyskum palli fyri fyrstu ferð. Hon hevur tvær framførslur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í dag, kl 17 og kl. 20. Petsi hevur nógvar royndir sum sangari, hon hevur gingið til sangundirvísing, síðani hon var 11 ára gomul og hevur verið í fleiri tónleikabólkum í Danmark. Petsi lýsir sín tónleikastíl sum verandi mest poppur, men við eitt sindur av country og djassi blanda uppí. Fýra danskir tónleikarar verða við Petsi í Mentanarhúsinum, á hesum sinni verða einans cover-løg á skránnið. Petsi smíðar annars egin løg og vónar at kunna arbeiða meir við tí í framtíðini.
?????????????????????????????????
Arnfríð Lútzen
Fødd: 25.12.82
Systkin: Tvær yngri og eina eldri systur
Bústaður: Klaksvík
Børn: Eina dóttur

Arnfríð man vera best kend sum ein av sangarunum á væl umtóktu barnafløguni Kular Røtur, men hon hevur eisini sungið á mongum øðrum fløguútgávum og konsertum. Arnfríð gongur á HF og í fríðtíðini syngur hon í einum djass bólki, sum er samansettur av tónleikarum frá musikkskúlanum í Klaksvík. Arnfríð smíðar eisini egin løg, tvey av hesum verða á fyrstu fløgu hennara, ið væntandi verður liðug við árslok ella fyrst í næsta ár. Arnfríð hevur annars ætlanir um at fara til Danmarkar á MGK, sum er ein trý ára fyrireikingarútbúgving til tónleikakonservatoriið.
????????????????

Eivør Pálsdóttir
Fødd: 21.07.83
Systkin: Tvær yngri systrar og tveir eldri brøður
Bústaður: Reykjavík
Børn: Nei

Eivør er uttan iva tann, sum er komin longst við tónleikinum. Hon hevur nýliga fingið tvær virðislønir í Íslandi, og fløguútgáva hennara, Krákan, hevur selt eini 7000 eintøk í grannalandinum. Eivør hevur ligið nummar eitt á íslendska sølulistanum og Krákan er nú eisini við at vinna fram í Danmark, har Eivør javnan er at hoyra í útvarpinum. Herfyri fekk Eivør 25.000 kr úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Hendan stuðulin ætlar hon at nýta til at fáa sangundirvísing hjá heimskenda Bobby McFerrin. Í næstum fer Eivør at arbeiða fyri Leikhúsið í Hafnarfirði, hetta er eitt nýtt leikhús sum er við at verða liðugt. Hon skal smíða tónleikin til fornsøguna Ulfhans og fer eisini at luttaka í framførslunum.