Songkvinna: Gevist at happa Nickelback

Songkvinnan Avril Lavigne verjir nú rockbólkin Nickelback, sum vanliga skal hoyra fyri bæði eitt og annað orsaka av teirra tónleiki.

Onkursvegna er Nickelback blivið eitt yndisoffur hjá tónleikafjepparum, tí teirra tónleikur av nógvum verður mettur at verða tannleysur rockur uttan sál.

Eitt dømi um, at tað verður skemtað við tónleikinum hjá Nickelback er hendan ávaringin, sum var á Facebook:

- Ansið eftir! Um tú tit fáa ein mail við einum linki til eina nýggja video hjá Nickelback, trýstið ikki á, tí tað er eitt link til eina nýggja video hjá Nickelback.

Nú hevur songkvinnan Avril Lavigne gjørt vart við seg. Hon er úr Kanada, eins og Nickelback er, og hon var í trý ár gift við sangaranum í Nickelback, Chad Kroeger. Tað ger hon, eftir at E! News hevur skrivað um eina kanning sum vísir, at tað einasta, sum fólk hata meira enn Nickelback, er forsetavalevnið Donald Trump.

- Hey, E! News og øll, sum skriva hesar greinar. Blívið vaksin. Hetta er ótrúliga ónt og órættvíst, skrivar Avril Lavigne á Twitter.

Hon vísir á, at Nickelback hevur selt meira enn 50 milliónir útgávur og hevur havt 17 sangir ovast á hitlistum.

- Nú er nokk. Tú kanst ikki liva eitt positivt lív við einum negativum sinni, skrivar Lavigne.