Sonhard Føroyameistari

Eftir at hann í meira enn 20 ár hevur verið aktivur í fremstu billardrøðini her heima, kundi Sonhard Johannesen fríggjadagin fyri fyrstu ferð rópa seg føroyameistara

Endaumfarið í einstaklingakappingini í billard varð leikt í hølunum hjá Tvøroyrar Klubba fríggjakvøldið.

Innleiðandi umførini vórðu leikt undafarna vikuskifti, og átta leikarar høvdu leikt seg fram til endaumfarið. Býtt varð síðani sundur í tveir bólkar, har tveir teir bestu úr hvørjum bólki ognaðu sær sess í hálvfinalunum.

Úr fyrra bólkinum komu Henrik Pedersen og Max Rasmussen víðari, meðan Sonhard Johannesen og Gullok Svalbard víðari.

Sonhard og Henrik

Tað lagaði seg soleiðis, at Henrik og Sonhard vunnu sínar hálvfinaludystir, og eftir at dysturin um triðja plássið varð leiktur (Max ognaði sær bronsuna), skuldi so finaludysturin leikast.

Leikt varð upp til 300, og eftir at Henrik hevði lagt fyri sum eitt ódnarveður, varð líkt til, at Sonhard enn einaferð skuldi taka til takkar við at vera næstbestur.

Sonhard sjálvur hevði tó eina aðra fatan, og við einum øgilgum háli togaði hann seg upp á liðini á Hendriki, sum tá hevði umleið 240 eygu.

Henrik hevði tó enn ein møguleika, men tá hann hevði møguleika at seta punktum fyri finaluni, kiksaði hann avgerandi skotið. Sonhard slap so aftur framat, og hann megnaði eisini at vinna seg fram um tey 298 eyguni, sum Henrik hevði.

Reglurnar siga tó, at báðir leikarar skulu fáa eins nógvar stoytir, so um Henrik bert megnaði at koppa einari keylu í seinasta stoytinum, kundi hann tryggja sær umdyst.

Soleiðis skuldi tó ikki verða. Stoyturin frá Henrikki var júst ov veikur, og gjørdist endaliga úrslitið sostatt, at Sonhard kundi kalla seg føroyameistara.


Eisini fyri lið

Tað var nú ikki bert í einstaklingakappingini, at tað gekst væl hjá Sonhardi at savna sær nakað av málmi. Í liðkappingini luttekur Sonhard á liðnum hjá Klaksvíkar Klubba, og í liðkappingini í vetur var eingin ivi um, at Klaksvík átti besta liðið.

Leygardagin var so stór veitsla á Tvøroyri, har steypini, sum Føroya Bjór hevði latið, vórðu handa vinnarunum.