Sonja Jógvansdóttir slapp ikki í Tjóðveldi

Tingmanning og landsstýrismanning hjá Tjóðveldi vil ikki hava Sonju Jógvansdóttir upp í Tjóðveldi.

 

Á fundi í dag hava tey 11 fólkini, sum umboða Tjóðveldi á Løgtingi, í landsstýri og á Fólkatingi viðgjørt umbønina frá Sonju Jógvansdóttir um at sleppa upp í tingbólkin hjá Tjóðveldi. Úrslitið var, at tað sleppur hon ikki. 7 atkvøddu ímóti, og 4 atkvøddu fyri.

 

Tað vátta høgtstandandi keldur í tingbólkinum hjá Tjóðveldi fyri FM1.

 

Sonja Jógvansdóttir varð vald á ting fyri Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum 1. september í 2015. Fyrsta dagin løgtingið kom saman eftir valið meldaði hon seg úr Javnaðarflokkinum. Hon vildi ikki siga, hvør orsøkin var.