Tað var ein dystur um at halda samband við oddan í næstbestu deildini í Danmark, tá ið AGF á 4. plássi og AC Horsens á 5. plássi hittust í Aarhus í kvøld. Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin í miðverjuni hjá AC Horsens.
AGF legði seg á odda 1-0, tá ið Mate Vetsadze vann ein kropsdyst við Sonna Ragnar og sendi bóltin í málið. Bara seks minuttir seinni svaraði AC Horsens aftur, tá ið nigerianski Jude Nworuh javnaði til 1-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki ovtóku liðini seg ikki og leikferðin var heldur lág. Sonni Ragnar fekk rós frá viðmerkjarunum á TV3 Sport, sum peikaðu á, at hann ruddaði ógvuliga nógvar bóltar burtur.
Tá ið eitt korter var eftir av dystinum varð íslendski AGF-leikarin, Helgi Danielsson, vístur av vølli. Tá royndi AC Horsens seg við at leggja trýst og sendi Sonna Ragnar fram í deyðbóltsstøðum, og sjey minuttir áðrenn leiklok bragdaði. Tá var Sonni Ragnar hægstur á einum hornasparksinnleggi og stútaði bóltin í málið til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Sigurin ber við sær, at AC Horsens nú legði AGF aftur um seg og við 21 stigum er á 3. plássi saman við Vendsyssel FF, sum tó hevur spælt ein dyst færri enn AC Horsens.