Sonny Jakobsen hevur skift til Jammerbugt. Danski áleyparin hevur seinasta hálva árið spælt við 07 Vestur og skoraði ikki færri enn 11 mál í 12 dystum, siga tølini hjá faroesoccer.com.
Hóast 28 ára gamli áleyparin skoraði eitt mál fyri hvørjar 90 minuttir hann var á vøllinum, so var tað ikki nokk til at bjarga 07 Vestur, sum endaði aftast í deildini og flutti niður.
Síðani hevur Sonny Jakobsen verið settur í samband við onnur føroysk feløg, men við tíðini eru tær søgurnar tagnaðar. Í dag boðar Jammerbugt frá, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við áleyparan.
07 Vestur skal í komandi kappingarári spæla í 1.deild. Felagið hevur gjørt sáttmála við fleiri av lokalu spælarunum, umframt at navnframi Ken Fagerberg eisini hevur longt sáttmálan.