Sonur norsku krúnprinsessuna, Marius Borg Høiby, er skuldsettur í fleiri málum, harímillum fýra neyðtøkur.
Tað segði norski statsadvokaturin á tíðindafundi fyri løtu síðani.
Tilsamans er hann skuldsettur fyri 32 ákærur, sum umframt neyðtøkurnar fevna um misnýtslu í tøttum sambondum og fleiri harðskapsgerðir, skrivar NRK. Hann noktar seg sekan í neyðtøku.
Høiby er sonur norsku krúnprinsessuna, Mette-Marit.
Hann er ikki formliga partur av norsku kongsfamiljuni. Hetta kemst av, at hann er føddur áðrenn Mette-Marit giftist Haakon krúnprinsi, sum heldur ikki er pápi Høiby.
Málini móti Høiby byrjaðu 4. august í fjør, tá hann varð handtikin og skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á táverandi unnustu sína og vandalismu.
/Ritzau/