Sonur Zlatan skrivar yrkissáttmála við AC Milan

Maximillian Ibrahimovic hevur síðani 2022 verið knýttur at akademinum hjá AC Milan

Maximillian og Zlatan Ibrahimovic

Í Svøríki fylgja tey væl við synunum hjá Zlatan Ibrahimovic.

 

Eldri sonurin hjá Zlatan, 17 ára gamli áleyparin, Maximillian Ibrahimovic hevur síðani 2022 verið knýttur at akademinum hjá italska stórliðnum, AC Milan.

 

Nú hevur Maximillian gjørt yrkissáttmála við AC Milan, har hann tey fyrstu árini skal spæla við eykaliðnum hjá AC Milan, Milan Futuro sum spælir í triðbestu italsku deildini, Seriu C.

 

Zlatan sjálvur hevur ein leiklut sum ráðgevari hjá AC Milan. 

 

Yngri sonurin hjá Zlatan, 15 ára gamli, Vincent Ibrahimovic er knýttur at akademinum hjá AC Milan. 

 

 

 

Maximillian og Zlatan Ibrahimovic