- Á almennum bygdaráðsfundi á Eiði í gjárkvøldið, har nógvir áhoyrarar vóru møttir, varð við einum pennastroki søplað niður alt tað arbeiði, sum undanfarna bygdaráð hevur arbeitt við og longu hevur brúkt nógvan skattapening til.
Soleiðis sigur ein áhugabólkur á Eiði, sum stuðlar verkætlanini við ætlaða húsinum Millum Vatna, men sum nývalda bygdaráðið í gjár samtykti at strika og siga upp sáttmálan við Sp/f Búð, ið hevði fingið til uppgávu at fremja verkætlanina.
- Hetta hendi - uttan at vit fingu at vita, hví húsið ikki skal byggjast. Hetta kom eftir okkara tykki ikki beinleiðis fram á fundinum. Tey brúktu ein teknikalitet viðvíkjandi byggisamtyktini, sum tey tulkaðu til egnan fyrimun sum grund.
Áhugabólkurin heldur tó, at byggisamtyktin er ikki orsøkin til, at bygdaráðið valdi at strika sáttmálan við veitaran, tí um so hevði verið, hevði sjálvsagt borið til at broytt byggisamtyktina samsvarandi verkætlanini.
- Tú strikar ikki eitt fleiri ára langt arbeiði, sum tey fólkavaldu hava arbeitt við og samtykt, sigur bólkurin og reisir spurningin, at tað møguliga er kostnaðurin, sum er grundleggjandi orsøkin?
Sagt verður, at hóast tað fíggjarliga í kommununi fekk stórt rúm á fundinum í gjárkvøldið, so var eingin, ið setti spurningin, hvørjar fíggjarligar avleiðingar tað hevur fyri kommununa at geva borgarstjóranum heimild at uppsiga sáttmálan við Sp/f Búð.
- Pengar eru brúktir, sum nú fara fyri skeyti, og hugsandi er, at endurgjaldskrav kann koma frá veitarum, sum nú standa til at missa inntøku. Málið um at strika sáttmálan hevur ongantíð verið í nakrari nevnd til viðgerðar. Hetta er óhoyrt!
Tey, sum standa aftan fyri áhugabólkin í Eiðis kommunu, spyrja, hvat tað er, sum nývalda bygdaráðið í Eiðis kommunu ræðist við ætlaðu verkætlanini.
- Lærið av øðrum, um tit ikki hava hugflog at síggja, at tað er ørskapur at strika hesa verkætlan! sigur áhugabólkurin, sum í dag hevur orðað eitt rættiliga drúgt skriv um bygdaráðsfundin í gjár og ætlaðu verkætlanina, sum bygdaráðið nú hevur strikað.
Lesið eisini:
Tað verður einki hús Millum Vatna á Eiði - https://www.in.fo/news-detail/tad-verdur-einki-hus-millum-vatna-a-eidi
Sáttmálin við Sp/f Búð verður strikaður - https://www.in.fo/news-detail/sattmalin-vid-sp-f-bud-verdur-strikadur