Danny & The Veetos er bólkur, ið byrjaði at spæla fyri hálvum triðja ári síðani. Teir hava hesa tíðina havt ymsar framførslur runt um í landinum. Bólkurin spælir tónleik, ið er ein samanseting av góðum, gomlum fólkatónleiki og nýmótans elektroniskum poppi. Av tí sama er hetta tónleikur til fólk í øllum aldri.
Fólk kenna kanska bólkin frá staklagnum "I Am Afraid", ið kom út í novembur 2013. Týsdagin, 23. juni, var nýggja staklagið hjá teimum, Sunnukvøld í mai, at hoyra í útvarpinum. Danny & The Veetos eiga sjálvir upptøkurnar, miksa og mastera hevur Kristoffer Mørkøre og sjónbandalag hevur Raclip filmað. Sangurin er merktur av sorg, men tó er lagið lívligt og fangandi.
Bólkurin er mannaður av Danny Baldurssyni á guitar og vokal, Páll Brim Joensen á ukulele og vokal, Jóhan Nolsøe á guitar, Robert Waagstein á trummum og vokal, Símuni Dam á synth, Leivi Vitalis á bass og synth bass og Rúna Hentze á trompet.