Sorgblítt at siga farvæl

– Eg gleðist um mongu árini á flogi, sigur Bergtóra Nielsen

(Mynd: Benjamin Hansen/Atlantic Airways)

Eftir næstan 35 ár í trúgvari tænastu hevur 69 ára gamla Bergtóra Nielsen flogið sín seinasta túr sum flogterna hjá Atlantic Airways. Seinasta ferðin var úr Keflavík í Vágar tann 28. november. Í hesum sambandi varð skipað fyri stórfingnari móttøku hennara til heiðurs, tá flogfarið setti seg í Vágum.

 

– Eg var fullkomiliga tikin á bóli. Eg ætlaði at fara stillisliga um hurðarnar og yvirhøvur ikki at gera nakað burturúr. Men felagið og starvsfelagarnir vildu tað øðrvísi, og tað má eg bara takka hjartaliga fyri. Tað er sorgblítt at siga farvæl, men einki drama, tí eg havi vant meg við tankan í eina tíð, sigur Bergtóra Nielsen við Sosialin á jólum.

 

At vera flogterna er ein lívsstílur meira enn nakað annað.

 

– Tað er eitt øðrvísi lív við øðrvísi arbeiðstíðum. Onkur vildi kanska sagt við skeivum arbeiðstíðum. Tað er onkursvegna ein lukka verð, tí í flogfari er ikki so vítt um at fara. Ta løtuna er heimurin tú og ferðafólkini. Einki annað. Men mær hevur dámað tað avbera væl, og eg kenni ikki til nakað annað, sigur Bergtóra Nielsen.

 

Longri samrøða við Bergtóru Nielsen kann lesast í Sosialinum, sum kom út til jóla.

 

(Mynd: Benjamin Hansen/Atlantic Airways)