Sorin farin av landinum

Rumenski leikarin hjá EB/Streymi, Sorin Anghel, er farin av landinum

Hann verður ikki við til útivallar dystin móti B36, og ei heldur til heimadystin móti Manchester City. Hóast tey í Sundalagnum ivaleyst harmast um hetta, kunnu tey kortini gleðast um ørindini hjá Sorin Anghel í heimlandinum. 19. juni skal hann nevniliga giftast við unnustuni Alina Olaru, sum farna kappingarár spældi hondbólt við Tjaldrinum, eftir at hava verið fleiri ár hjá Stjørnuni. Leygarkvøldið eftir dystin móti ÍF, var skipað fyri eini hugnaløtu, ella polterabend, fyri Sorini í EB-húsinum, har eisini hendan myndin stavar. Búnin Sorin er 80 ár gamal, og er talan um gomul EB-klæðir.