Sorin skoraði sigursmálið

90 min.+4

1-2: Sorin Anghel 89.

EB/Streymur megnaði síðstu løtuna av venda hóttandi tapi til 2-1 sigur. Eftir horna og út frá aftur sendi Gert Hansen bóltin í brotsteigin, har Sorin Anghel við høvdinum stýrdi hann í málið aftanfyri Heðin Stenberg annars hevur verið sera stinnur.

 

2-1 til EB/Streym og dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð.

Liðugt!

 

-----

 

80 min.

1-1: Arnbjørn Hansen 77.

Eftir langt innkast og eitt sindur av aftur og fram, fekk Arnbjørn Hansen tak á og smekkaði bóltin í málið.

Tað er sera spennandi á Argjum. EB/Streymur er vaknað við og stríðist fyri at fáa sigursmálið, og tað ber eisini møguleikar við sær í hinum endanum. Fyri lítlari løtu síðani var Evrard Blé púra leysur, men René Tórgarð bjargaði!

Leif Niclasen hjá EB/Streymi hevur júst loyst Bjarna Jørgensen av.

 

-------

 

70 min.

1-0

Gongdin er, sum hon var í 1. hálvleiki. Heimaliðið hevur størri yvirskot í nærdystunum, og teir í AB eru oftast fyrri á returbóltunum.

EB/Streymur tykist spenna álopsbogan meiri, nú tað eru minni enn tjúgu minuttir eftir.

 

 

------

 

63 min.

1-0

Brian Olsen hevur loyst Daniel Udsen av á EB/Streyma miðvøllinum.

 

 

----

 

62 min.

1-0

Gunnar Haraldsen hevur júst nú loyst Tehe Aristide av í AB miðverjuni. Aristide tóktist vera skaddur.

 

------

 

55 min.

1-0

Hans Pauli Samuelsen, sum leingi hevur verið skaddur, er komin inn á EB/Streyma liðið fyri Gudmund Nielsen.

 

----

 

45 min.

1-0

Hálvleikur. Heimaliðið hevur verið rættuliga bragdligt, og tað hevur borið við sær, at argjamenn hava vunnið nógvar av nærdystunum. Teir í EB/Streymi hava verið rættuliga tungir í 1. hálvleiki.

 

----

 

30 min

1-0: Ingvard Vang 26.

Nýggi AB spælarin Ingvard Vang var fyrsti málskjútti á nýggja graslíkinum, tá ið hann eftir hornasparksinnlegg frá Alex Mellemgaard úr høgru stýrdi bóltin í málið.

Tað er rættuligt lív komið í inni í Vika!

 

----

20 min.

0-0

Tað er stórur styrkur hjá heimaliðnum, at Rói Danielsen er í miðverjuna hjá AB.

AB legði eitt sindur bragdliga fyri, men síðani hevur EB/Streymur verið tættari við enn heimaliðið.

 

---

Líkindini eru av teimum fagrastu á Argjum, har Dagfinn Olsen júst hevur bríkslað fyri fyrstu ferð í kvøld.

Undan dystarbyrjan varð nýggi vøllurin og nýggja skýlið handað Argja Bóltfelag. Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini, helt stutta røðu, og Heðín Mortensen, borgarstjóri, sparkaði fyrsta sparkið til formannin í AB, Andras Drangastein.

 

AB-EB/Streymur kl. 18.00

Dómari: Dagfinn Olsen

AB: Heðin Stenberg - Mortan úr Hørg, Tehe Aristide, Rói Danielsen, Alex Mellemgaard - Ingvard Vang, Tummas Justinussen, Jobin Drangastein, Rasmus Nielsen - Evrard Blé, Jákup Dam

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Dánjal Davidsen - Gudmund Nielsen, Pauli G. Hansen, Daniel Udsen, Bjarni Jørgensen - Sorin Anghel, Arnbjørn Hansen