Tey seinastu vikuskiftini hava verið stak friðarlig hjá løgregluni, men friðurin var úti hetta vikuskiftið.
Fríggjakvøldið klokkan 01.20 fekk løgreglan boð um, at nakrir rútar vóru knústir á Húsabrúgv.
Løgreglan fór á staðið, men har var eingin. Málið er skrivað niður, men løgreglan hevur eingi spor at ganga eftir.
Klokkan 09.50 leygardagin fekk løgreglan boð um, at onkur hevði gjørt seg inn á bygningarnar hjá Tekniska Skúla í Havn.
Har vóru rútar knústir fyri einar 7.000 krónur.
Heldur ikki her hevur løgreglan ánilsi um hvør hevur verið upp á spæl.
Skúlin liggur avsíðis, og ótangarnir hava havt lætt spæl.
Ovarlagað á Grønlandsvegnum stendur ein garður, sum onkur hevur fragd av at gera seg inn á.
Í eina tíð hava ótangar brotið stykkir úr stakittinum, sum teir síðani hava kastað inn í garðar í grannalagnum. Okkurt av brotpettunum er enntá endað uppi á onkrari húsatekju.
Hóast tað hevur staðið uppá eina tíð, so er málið ikki melda fyrr enn nú.
Løgreglan veit ikki hvørjir ótangarnir eru, men kannar málið.
Sunnudagin, uml. klokkan 10.35, fekk løgreglan boð um, at ótangar høvdu gjørt seg inn á ein bil, sum stóð á Boðanesvegnum.
Báðir síðurútarnir vóru knústir.
Seinni sunnudagin fekk løgreglan boð um, at rútar vóru brotnir aðrastaðni í býnum. Bæði á Stella Maris barnagarðinum og hjá fótbóltsfelagnum Skansin í Gundadali vóru termorútar knústir. Men eins og í flestu tílíkum málum veit løgreglan ikki hvørjir gerningsmenninir eru.
Teir skulu tó ikki kenna seg ov tryggar kortini, tí løgreglan kannar øll málini.
Koyrdi dýrandi fullur
Leygarmorgunin umleið klokkan hálvgum fimm, varð ein maður tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Hann varð handtikin og blóðroynd tikin.
Sunnumorgunin um hálvgun seks tíðina, varð ein ungur maður handtikin fyri rúsdrekkakoyring.
Men tað var ikki einasta lógarbrot hansara. Tí umframt at koyra ávirkaður, var hann bert 16 ára gamal, og harafturat hevði hann stolið bilin.
Hesin maðurin kemur heilt vist at frætta aftur frá ákæruvaldinum.