Sosialurin fimm ferðir um vikuna

Fyri 20 árum síðan:

Hósdagin 1. mars 1990 skrivar Tíðindablaðið Sosialurin, at frá komandi viku fer blaðið at koma út fimm ferðir um vikuna frá týsdegi til leygardag. Við øktu útgávuni skuldu allir møguleikar verið fyri at gjørt blaðið enn meira aktuelt.


Annars komu stóru tíðindabløðini út tríggjar ferðir um vikuna: týsdag, hósdag og leygardag.



Kelda: Sosialurin hósdagin 1. mars 1990