Sosialurin og Rás2 hava undirskrivað keypsavtalu um, at Sosialurin frá 1. oktober í ár tekur yvir útvarpsstøðina Rás2 Tað er eitt dóttirfelag hjá Sosialinum, P/F Miðlavarpið, sum hevur keypt útvarpsstøðina Rás2. Støðin hevur verið til sølu í eina tíð, og samráðingar hava verið við ymsar partar. Men tað var altso P/F Miðlavarpið hjá Sosialinum, sum dró longsta stráðið.
Miðlavarpið keypir alt virksemið og útbúnað burtur úr felagnum Rás 2, sum framyvir fer at reka og eiga sendinetið, sum Miðlavarpið fer at leiga frá Rás 2.
- Vit eru sera spent at taka upp samstarv við fólkini aftan fyri Rás 2, tí nú fara tey bara at konsentrera seg um at hava eitt so gott sendinet, sum gjørligt, sigur Jonhard Hammer.
Miðlavarpið tekur yvir útvarpsstøðina 1. oktober. Tað er Jonhard Hammer, sum er stjóri í P/F Miðlavarpinum
- Vit eru sera spentir. Tað er gott at hava fleiri bein at standa á. Gongdin uttanlands vísir eisini, at miðlhús breiða seg á ymsar miðlar, tí tá røkkur tú út til fleiri fólk. Hetta gevur okkum ótrúliga góðar møguleikar ? eisini hjá okkara lýsarum, sum kunnu koma í Miðlahúsið og á einum stað avgreiða lýsingar til fleiri miðlar, sigur Jonhard Hammer.
Tað er Sosialurin, sum eigur allan partapeningin í P/F Miðlavarpinum. Men tað er hugsandi, at aðrir partaeigarar koma við í felagið, og hesum arbeiða vit við í løtuni, sigur Jonhard Hammer.
Júst hvussu innihaldið verður í útvarpsrásini, er enn ikki greitt. Jonhard Hammer sigur, at alt hetta er so nýtt, og at arbeitt í løtuni verður við at snikka eitt konsept til eina nýggja sendiflatu.
Studio verða bygd á loftinum í Miðlahúsinum, og har verður ein partur sendur. Miðlavarpið eigur eisini Studio Pegasus í Klaksvík, og hagani verður eisini ein partur av skránni sendur.
Tað verður Sosialurin, sum fer at standa fyri tíðindasendingunum hjá støðini, og tær verða bæði sendar úr Havn og úr Klaksvík.