Mánadagin 26. apríl kemur Sosialurin aftur í hvørt hús í landinum. Tá verður eitt innlegg um bilar í blaðnum umframt allar hinar lýsingarnar, sum vanliga eru, tá blaðið verður borið í hvørt hús.
Hósdagin í næstu viku, 29. apríl, verður Vikuskifti aftur í Sosialinum. Hesaferð kemur blaðið út hósdag, tí dýri biðidagur er fríggjadagin.
Mánadagin 3. mai verður Sosialurin aftur borin í hvørt hús. Tá er hálv milliard krónur goldnar út í frítíðarløn, og tá hevur handilslívið altíð hópin av góðum tilboðum.