Sosialurin: Ósamsvar millum status og ábyrgd

- Um tú hevur leiklutin sum ein vaksin persónur í samfelagnum, og harvið á mangan hátt hevur sama status sum ein vaksin myndigur persónur, hví skal man so ikki eisini sleppa at hava ávirkan tá val er?


Tann spurningin setir Firouz Gaini, lektari á Fróðskaparsetur Føroyar og ph.d. í antropologi og samfelagsvísindum, tá hann verður spurdur um valrætt til 16 og 17 ára gomul.


Hann vísir á, at um hugt verður eftir hvat vit sum samfelag krevja av ungum í dag, so er tað ikki so órímiligt, at ung fáa rættin at gera sína ávirkan galdandi, tá tey í stóran mun hava somu skyldur og uppgávur sum vaksin.


- Um hugt verður eftir uppgávum, skyldum og leiklutinum hjá ungum í samfelagnum í dag, so kanst tú longu, tá tú ert millum 16 og 18 ár vera í arbeiði og gjalda skatt. Harumframt hevur tú ymisk rættindi í mun til sosial- og familjuviðurskifti, meðan lógaldurin eisini er undir 18 ár. Sostatt verður hesin aldursbólkurin sambært ymiskum løgfrøðiligum, sosialum og samfelagsligum viðurskiftum mettur at hava somu støðu og rættindi sum vaksin, sigur hann.


Til ber at lesa eina longri samrøðu við Firouz Gaini í temanum í Viksukiftis-Sosailinum, har ljós hesaferð verður varpað á valaldurin. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið - blaðið fæst eisini í talgildari útgávu á sos.fo