Einaferð nevndist tað ?Føroya Social-Demokrat?. Tað var erligt. Seinni bleiv tað ?Sosialurin - Frælsi, javnaður og brøðralag?. Eisini tað var erligt. Øll vistu, at hetta var eitt politiskt málgagn, sum hugdi at samfelagnum gjøgnum serligar brillur. Og øll lósu blaðið við neyðugum fyrivarni.
Soleiðis vóru øll tey partapolitisku bløðini: Politiskt litað, men erlig.
Men so ein dagin varð kunngjørt, at Sosialurin var eitt ?tíðindablað?. Hvør skal siga: Nú skuldu javnaðarbrillurnar takast av, og samfelagið lýsast sum tað var.
Tað er eingin fráboðan komin um, at tær reyðu brillurnar eru settar aftur á nøsina. Sosialurin roynir framvegis at selja seg sum eitt tíðindablað.
Og tað er ikki erligt. Tí sannleikin er, at ongantíð áður hevur redaktiónin á Argjum verið so politiskt stýrd, sum nú. Ongantíð áður eru sakligheitin og sannleikin sett so uttarlaga, sum tey verða á Argjavegi 26 í dag.
Fjald propaganda
Í dagsins politikki hevur Føroya Javnaðarflokkur ein syndarligan leiklut. Hann hevur ongi konstruktiv íkast á nøkrum øki. Tað einasta hann ger, er at vera ímóti. Og tað, hann fyrst og fremst er ímóti, eru royndirnar at vinna Føroyum tjóðarfrælsi. Og hetta er Javnaðarflokkurin. Flokkurin sum m.a. vildi frælsi. Og stórsta arbeiðið ímóti tjóðarfrælsi verður gjørt á Sosialinum. Blaðnum, hvørs redaktión setir alt inn upp á at seta fullveldisætlanina í ringt ljós. Og serliga Tjóðveldisflokkin og leiðarar hansara.
Tey politisku tíðindini verða nærum altíð viðgjørd við hesum greiða endamáli.
Persónar, sum eru ímóti føroyskum tjóðarfrælsi, verða leitaðir upp, og teirra meiningar varpaðar út uttan ein einasta kritiskan spurning.
Persónar, sum taka undir við royndunum at vinna okkum tjóðarfrælsi, verða tagdir burtur ella fáa politiskt mótspæl frá blaðfólkinum umgangandi.
Tað ringasta er kortini, at ósannindi aftur og aftur verða førd fram, hóast blaðfólkið veit um tey, og at stórar yvirskrivtir verða gjørdar, sum ganga beint ímóti próvføstum veruleikum.
Lat meg bert taka nøkur dømi úr rúgvuni.
Ábyrgdin hjá ting- og landsstýrismonnum
Tjóðveldisflokkurin hevur opið ásannað, at vit í ávísum førum hava havt trupulleikar av framferðini hjá okkara politikarum. (Í mun til aðrar flokkar, har slíkt verður tagt burtur og fjalt).
Vit hava sett krøv til landsstýrismenn og løgtingsmenn, og avleiðingar eru tiknar av truplum málum. Alt varð gjørt púra opið, og nógv skriving var í Sosialinum.
Men Sosialurin viðger ikki líknandi mál hjá javnaðarfólki, hóast hann veit um tey.
Og redaktiónin ikki bara tigur, tá tað snýr seg um javnaðarmenn. Hon fer longur enn so. Hon gav t.d. lesarunum beinleiðis misvísandi upplýsingar, tá ein kanningarstjóri staðfesti, at Jóannes Eidesgaard sum landsstýrismaður hevði borið fíggjarnevndini ósannar upplýsingar í málinum um bygnaðarbroytingar.
Er tað uppgávan hjá einum ?tíðindablaði??
Og hví skrivaði Sosialurin onki um, at tingmenn hava fingið 90.000 kr. árliga í kostnaðarendurgjaldi fyri at búgva í Suðuroy, hóast teir búgva í Havn?
Hugsið tykkum skrivingina, um talan her hevði verið um tjóðveldismenn.
Vaska 80?ini av sær
Herfyri kom kanningin um 80-árini út í bók. Hon staðfestir beinleiðis lógarbrot, fusk og ábyrgdarloysi hjá leiðandi politikarum.
Men Sosialurin valdi ein annan vinkul. Hann valdi at geva fyrrverandi leiðara Javnaðarfloksins møguleika at kasta alla ábyrgd frá sær uttan ein einasta kritiskan spurning. Lógarbrotini komu ikki á forsíðuna. Boðini um, at Atli Dam helt tað vera ?lætt at vera bakklókur?, vóru týdningarmeiri.
Síðani var kanningin til viðgerðar á tingi, og nógv áhugavert varð ført fram. Sjálv skjeyt er upp, at tað átti at verið heitt á ákærumyndugleikan um at kanna, hvørt grundarlag var fyri at ábyrgda stovnum ella persónum rættarliga út frá frágreiðingini.
Men Sosialurin valdi ein annan vinkul. Hann valdi at fokusera uppá tær grovu ákærur og lygnir, sum ein javnaðarmaður undir orðaskiftinum setti fram ímóti einum tjóðveldismanni í sambandi við ein barnagarð á Sandi.
Tað, sum stóð í frágreiðingini um 80-árini, var satt. Tað, sum javnaðarmaðurin førdi fram, var ósaklig hunddálking og lygn.
Men Sosialurin fokuseraði uppá lygnina.
Orsøkin var eyðsædd: Sannleikin hevði rakt Javnaðarflokkin. Lygnin rakti Tjóðveldisflokkin.
Fullveldismótstøðan
Sosialurin hevur fleiri ferðir tosað við framstandandi fólk um fullveldi, og felags fyri hesi útvaldu hjá Sosialinum er, at hesi harðliga átala fullveldistilgongdina, og tað í stórt uppsettum greinum. Tað er so tað. Men hví fáa hesi bara leiðandi spurningar? Hví verða ongir kritiskir spurningar settir teimum, sum vilja geva fullvelisætlanini mønustingin. Hóast hesi sum oftast hava havt stórt vald og stóra samfelagsliga ávirkan í tíðini, tá ið Føroyar fóru á heysin undir heimastýrinum?
Er tað tí blaðstjórin vil geva sínum lesarum kunnleika og innlit? Ella er endamálið at agitera móti fullveldisætlanini?
Hví spyr Sosialurin ikki fyrrverandi landsstýrismenn sum Dánjal Pauli í Búðini, ella fyrst valda býráðslimin í Tórshavnar Kommunu Jákup Suna Joensen um teirra støðu til tjóðarfrælsi?
Nei, har er eingin áhugi. Tey, sum eru áhugaverd, eru Óli og Ingeborg. Atli og Pauli. Birgir Danielsen. Erling Olsen. Poul Nyrup Rasmussen. Ole Stavad. Thomas Arabo. Bjarni Djurholm. Jørgen Niclasen.
Øll tey, sum so ella so kunnu nýtast til at skapa yvirskriftir sum siga, at fólk ikki skulu stuðla fullveldisætlanini.
Onkur annar sløðist uppi ímillum viðhvørt. Men endamálið er eyðsæð. Tað er ikki upplýsing. Tað er propaganda.
Politikarar og
teirra mistøk
Tá ein landsstýrismaður hjá Tjóðveldisflokkinum í sinnismuni leyp framav og segði ljót orð, gjørdist hetta stór gøla ? og tað er eisini í lagi. Hann bar seg skeivt at, og ábyrgdin er hansara.
Men Sosialurin breyt allar vanligar siðvenjur hjá føroyskum blaðfólki í hesum máli.
Øll vita, hvat politikarar siga við blaðfólk millum ár og dag ? og fáur politikari hevði sloppið undan trupulleikum, um samrøður vórðu bandaðar á henda hátt ? og enntá spældar alment.
Tað er eisini vanligt, at keldan til eina grein sleppur at góðkenna greinina, áðrenn hon verður prentað.
Men um Sosialurin vil hava eina aðra siðvenju, hví verður so ikki fylgt upp?
Hví verður ikki skrivað um hendingar, tá eitt nú javnaðarpolitikarar beinleiðis hótta og fara harðliga fram úti á Sosialinum?
Hví verður ikki skrivað um javnaðarpolitikarar, sum leggja trýst á bæði blaðleiðslu og blaðfólk?
Ella tá politikarar í øðrum flokkum siga orð, ið høvdu fingið orðini hjá áðurnevnda landsstýrismanni at sæð út sum bagatellir?
Tað finnast eisini javnaðarmenn, sum kunnu loypa framav í sinnismuni. Hvussu ber tað til, at teirra illsinnisgleps ongantíð koma á forsíðuna á Sosialinum sum stórar gølur?
Hví tekur Sosialurin einstakar politikarar burturúr, og ger teir til nakað serligt í mun til restina.
Kann tað hugsast, at tann politiski liturin spælir inn?
Ósannindi
uttan rætting
Í fleiri greinum hevur Sosialurin endurgivið tjóðveldistingmannin Signar á Brúnni fyri at siga, at avtalur eru brotnar í sambandi við sjónvarpsmálið og landsstýrissess hansara.
Undirritaða kann vátta, at hetta er skeivt. Eingin avtala varð brotin. Formaður Tjóðveldisfloksins gjørdi greitt frá byrjan, at ongin nýggjur landsstýrismaður skuldi setast, uttan so, at Signar á Brúnni góðtók hetta. Ikki fyrr enn hetta var greitt, varð farið undir at velja annan landsstýrismann.
Í fyrsta blaðnum í ár 2001 er aftur ein samrøða í Sosialinum, har tað verður sagt, at Tjóðveldisflokkurin hevur brotið egnar reglur um val av landsstýrismanni. Blaðmaðurin staðfestir í samrøðuni, at Tjóðveldisflokkurin skal hava samtykt nýggjar reglur um, at í minsta lagi trý skulu innstillast til starvið. Síðani sigur hann, at hesar reglur eru brotnar.
Hetta er ikki rætt. Fyri tað fyrsta hevur Tjóðveldisflokkurin ikki slíka reglugerð. Fyri tað næsta so vórðu 4 ymisk evni í uppskoti meðan málið varð viðgjørt í flokkinum
Eg veit fyri vist, at Sosialurin hevur fingið umbøn um at rætta hesi ósannindi, men hevur ikki gjørt tað.
Suðuroyggin til javnaðarfólk
Í sambandi við málið um útgerðarhavn í Suðuroynni, verður Tjóðveldisflokkurin enn einaferð gjørdur til syndabukk í fleiri greinum í Sosialinum. ?Tíðindaflutningurin? er tann vanligi: Eingin kritisk viðgerð av øðrum flokkum, meðan Javnaðarflokkurin verður sagdur at vera tann einasti, ið vil Suðuroynni væl.
Hetta er grov manipulasjón. Sannleikin er, at Javnaðarflokkurin oyðilegði málið fyri suðuroyingar. Í eini roynd at vinna politiskt, gjørdi flokkurin hetta málið til partapolitikk frá byrjan. Og tað gjørdi hann hóast hann visti, at kom partapolitikkur uppí, fór Suðuroyggin at fáa veruligar trupulleikar.
Og ein og hvør kann eisini skjótt staðfesta, at Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt og fer at gera alt fyri, at løgtingsins samtyktir verða settar í verk ? eisini hon, sum sigur at, at virksemi frá oljuvinnuni eisini verður lagt til Suðuroyar.
Skulu trupulleikarnir hjá Suðuroynni veruliga viðgerast sum politiskt mál í Føroyum, so hevði tað sanniliga verið Javnaðarflokkin, kikarin átti at verðið settur á. Tað er jú bara í Suðuroynni, at Javnaðarflokkurin er sterkasti flokkur. Men hvussu væl hevur hetta gagnað oynni? Hvussu hevur skilið t.d. verið á Tvøroyri? Og er stórsti og sterkasti flokkurin í oynni ein av orsøkunum til skilið? Átti Sosialurin, sum hevur Suðuroynna sum nærum fastan tátt í blaðnum, ikki eisini at kanna um stórsti og sterkasti flokkurin í oynni kundi lagt sín politikk um, til gagns fyri oynna, - heldur enn flokkin?
Eingin virðing
fyri øðrum
Flestu tjóðveldispolitikarar hava eftirhondini so ringar royndir av Sosialinum, at tey hætta sær ikki at tosa við fólk frá blaðnum.
Aftur og aftur brýtur blaðfólkið tað grundleggjandi álit, tú mást hava á fólki, skalt tú kunna samskifta við tey. Aftur og aftur verða seriøsitetur og virðing fyri øðrum sett fullkomiliga til viks.
Og harvið setur Sosialurin eisini seg sjálvan til viks sum tíðindablað.
Einaferð stóð ?frælsi, javnaður, brøðralag? á forsíðuni á Sosialinum.
Skuldi samsvar verið við innihaldið, skuldi í dag staðið ?Fals, ójavnaður og bøðilslag?.