Føroysk tíðindi til sjófólk
Sosialurin hevur nú í fleiri ár saman við telduvirkinum Dynamic Paper við Jens Paula Rasmussen og øðrum roynt at útvikla eina skipan, sum ger tað møguligt hjá sjófólki á øllum heimsins høvum at fáa fesk og nýggj tíðindi heimanífrá hvønn dag.
Talan er um eina sokallaða E-mailskipan. Allur teksturin í blaðsosialinum, sum kemur út fimm dagar um vikuna, verður ?pakkaður? niður, sum tað eitur á fakmáli, til at fylla so lítið til ber. Myndir og grafikkur eru fyribils undantikin, tí hesi fylla nógv. Men arbeitt verður at fáa tað við seinni.
Við at lata Sosialinum eina telduadressu til egna teldu umborð á skipi ella til teldu á brúnni fáa føroyskir fiskimenn og sjófólk annars, antin tey eru stødd á nærleiðum, miðleiðum ella fjarleiðum ella tey eru við fremmandum skipum úti í heimi, sendandi ein heilan Sosial hvønn dag. E-mailskipanin ger, at reiðarí og sjófólk sleppa undan at skula gjalda í dýrum dómum fyri at leita eftir tíðindum á internetinum. Nú verður meylurin tikin inn og sambandið sløkt. Eftir tað kann meylurin, sum inniheldur blaðið, pakkast upp skjótt og lætt. Eingi serstøk forrit skulu brúkast í hesum sambandi.
Til ber so at lesa tíðindagreinar, ítróttatíðindi, viðmerkingar oa. á sjálvari telduni, ella dagsins blað verður printað út og síðani lagt fram í messuni, har so øll manningin fær atgongd til tíðindini heimanífrá. At tú hevur printmøguleikan eisini ger, at øll manningin kann fáa atgongd til at lesa blaðið alt døgnið uttan at skula lesa tað á telduskíggjanum.
Talan er í fyrstu atløgu um eina royndartíð, har sjófólk fáa blaðið ókeypis ? men fortreytin er tann, at tey lata inn telduadressu hjá skipinum tey eru við.
Ein av høvuðsmeinbogunum at geva sjófólki umstøður at kunna fáa tíðindi heimanífrá hvønn dag um internetið hevur verið og er telefonrokningin. Tí skal tú t.d. inn á internetið at lesa føroysku bløðini, tekur tað tíð, og telefongjaldið verður hareftir.
Byrjaðu í 97
Tað var í 1997, at Sosialurin sum fyrsta føroyska blaðið fór undir at gera sítt egna blað á internetinum ? Internetsosialurin. Skipssosialurin, sum nú fer av bakkastokki, er menning av internetblaðnum. Íløgurnar og royndirnar, sum eru gjørdar við internetblaðnum í blaðhúsinum á Argjum, eru grundarlagið undir hesi nýggju vøruni og tænastuni, sum verður boðin øllum føroyingum, ið hava sítt arbeiðspláss á sjónum víða hvar.
Internetblaðið var fyrst og fremst ætlað føroyingum, ið búgva í útlandinum. Nú Skipssosialurin er vorðin veruleiki verður roynt at nøkta tíðindatørvin hjá sjófólki eisini. Tað hevur eisini víst seg at vera stórur eftirspurningur eftir tíðindum dag um dag og ikki bert eina ferð um vikuna, soleiðis sum tað hevur verið praktiserað fyrr. Eitt nú fylgja føroyskir fiskimenn sera væl við fótbóltskappingini og er ætlanin hjá nýggju elektronisku e-mailútgávuni av Sosialinum at nøkta henda tørv.
Tað er Kauphting Føroyar, sum hevur stuðlað menningini av Skipssosialinum.