Sosialurin: Undanførslurnar halda ikki

- Í síðsta enda snýr tað seg um neyva stýring, t.v.s. at halda seg til ta játtan, ið er givin. Óansæð um ein er samdur ella ósamdur um støddina á játtanini. Sum oftast hava øll sjúkrahúsini biðið um meira pening enn tey hava fingið. Vit hava tí gjørt neyðugar tillagingar, raðfestingar, okkurt hevur bíða, og ofta hevur svarið verið nei til ynski innanhýsis o.s.fr, vísir hann á.

Tað sigur Heri Ellingsgaard, stjóri í Klaksvíkar sjúkrahúsi, í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin, har temaið hesaferð er um sjúkrahúsverkið og tær avbjóðingar, ið tað hevur.

Eykajáttanir til sjúkrahúsverkið og serliga Landssjúkrahúsið er nærum vorðnar ein afturvendandi táttur seinnu árini, men Heri Ellingsgaard, ið hevur sitið í stjórasessinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi síðan 1984, metir ikki, at allar frágreiðingarnar eru heilt eftirfarandi.

- Frágreiðingarnar eru nógvar, men eg haldi ikki at vit kunnu halda fram við undanførsluni um ávísar faktorar, sum annars altíð fáa skyldina. Tað at vit gerast fleiri, demografiskar broytingar, at vit liva longur, at vit gerast kostnaðarmiklari fyri samfelagið so hvørt vit eldast, at nýggjur og kostnaðarmikil heilivágur kemur hvørt ár, at tilboðini økjast, at vit krevja meira o.s.fr. Hetta er alt púra rætt, men hædd er í stóran mun tikin fyri hesum faktorum.

Til ber at lesa alla samrøðuna í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.