Tann sosialdemokratiski flokkurin í Svøríki hevur fingið nýggjan formann. Tað er tann 54 ára gamli Stefan Löfven, sum er formaður í svenska metalarbeiðarafelagnum. Hann tekur við eftir Håkan Juholt, sum legði frá sær seinasta vikuskiftið.
Hetter fyrstu ferð, at teir svensku sosialdemokratarnir fáa sær ein fakfelagsformann til floksformann. Stefan Löfven er heldur ikki limur í Ríkisdegnum, og eygleiðarar í Stockholm vænta tí, at flokkurin fer at velja tann roynda tinglimin Sven-Erik Österberg til formann í tingbólkinum. Teir báðir skulu so stjórna flokkinum.
Svenskir fjølmiðlar lýsa Stefan Löfven sum er lágmæltan mann, sum hugsar seg væl um, áðrenn hann tosar.