Sovereign Explorer og Hjálpartólamiðstøðin

Hvat er tað fyri eitt samfelag vit hóma í havsbrúnnið

 

Johan Samuelsen.


Føroyingar allir ganga meiri ella minni kykir í hesum døgum og bíða við spenningi eftir úrslitinum av oljuboringunum ? flestu við teirri vón, at hetta fer at verða fíggjarliga bjarging okkara, um nógmikið av olju verður funnið, meðan onnur av røttum stúra ikki sørt fyri, hvussu samfelag okkara fer at síggja út, um oljuvinnan av sonnum fær høvdið fyri seg og verður búskaparliga álit okkara fleiri ár framð Oljuvinnan hevur verið heilsað kærkomin her á landi. Eitt oljumálasty´ri varð sett á stovn, allar sømdir sum kravdust av oljufeløgunum hava verið gingnar á møti ? okkara mynduleikar hava lopið á leistum fyri hesi vinnu, og allar hugsandi fyrireikingar bæði hjá lands- og kommunumynduleikum hava verið gjørdar fyri at nøkta altjóða oljukrøvini, sum sett hava verið ? og soleiðis má og skal tað helst vera, so trygdin á boripallunum verður sett í hásæti. Eisini okkara fremstu fólk innan heilsuøkið vóru frammi í fjølmiðlunum og greiddu frá, hvussu væl var skipað fyri, tá talan er um fólkini úti á boripallunum, umframt at sjúkrasystur er stødd úti á feltinum. ?

Í somu viku sum borurin varð settur í føroysku undirgrundina, var stór lýsing fra Hjálpartólamiðstøðini (HTM), sum segði frá, at stovnurin bert var opin eftir avtalu fyri viðskiftafólki, sum frammanundan hava avtalað tíð. Eg mátti lesa ly´singina fleiri ferðir fyri at vissa meg um, at eg hevði lisið rætt. Hesin hjálparstovnur, sum hevur øll tey brekaðu í Føroyum sum viðskiftafólk, tað veri seg rørslutarnað, menningartarnað, blind, afasioffur o.s.fr., skal hann nú einaferð enn verða fyri niðurskurðið Nú mást tú biðja um tíð, um tú skalt hava ein møguleika fyri at fáa fólkini á stovninum í talu. HTM varð sett á stovn í 1983 og vóru 9 fólk sett í starv frá byrjan av ? í dag eru tey 8 við vaskifólki! Og viðskiftafólkini eru um tey 2000 í dag, meðan tey í 1984 lógu um 500 ? høvuðsorsøkin til stóra vøksturin er hon, at okkara eldru medborgarar eru púrasta sleptir uppá fjall av okkara landsmynduleikum, t.d. er ikki eitt einasta røktarheimspláss bygt undir hesum landssty´rinum, og tí hevur ein partur av teimum gomlu brúk fyri einumhvørjum hjálpartóli fyri at lætta um í gerandisdegnum, nú tey eru noydd at verða heima undir ofta ivasomum, ótryggum og lítið virðiligum viðurskiftum.

900 óloystar sakir.

Og hetta økir so um arbeiðsbyrðuna á Hjálpartólamiðstøðini, og onki er tí at siga til, at 900 sakir liggja óloystar frá í fjør. Ikki tí hesi fólk ikki gera arbeiði til lítar, men tí tey einfalt eru ov illa mannaði og arbeiðsbyrðan alt ov stór, umframt at arbeiðsgongdin er tung millum Almannastovuna og HTM, samstundis sum lógir, rundskriv og reglugerðir hjá fakfólkunum á stovninum eru so illa útgreinaðar, at ein kann siga, at lógartulkingar dagliga eru neyðugar (samanber stuðulsfólkaskipanina = kaos!), tí sum eitt starvsfólk á Almannastovuni einaferð skemtiliga tók til: Í Danmark hevði eg ein heilan metur á bókahillini at halda meg til sum málsviðgera, her havi eg ein reglugerð, sum er á stødd við eitt Anders And blað! Her hevur bara gingið tann skeiva vegin við tænastuveitingini, og vælkendu orðini um, at yvirtøkurnar av málsøkjum úr Danmark gera tað, at tú kemur nærri brúkaranum, eru bert tóm orð, sum mangan hava víst seg at verið eitt beinleiðis bakkast fyri brúkaran av almannaveitingum. Og øll landssty´ri síðani tá hava ongantíð gingið nøkrum ynski um hægri játtan á fíggjarlógini á møti. Tí m.a. stendur stovnurin fyri skotum í fjølmiðlunum dag og dagliga, tí hann livir ikki upp til heitið sum hjálparstovnur. Og er, tíverri, ofta, meiri at rokna sum eitt byrokratiskt lið í eini langari røð av forðingum, sum verða løgd fyri tey mongu, sum søkja um hjálpartól - ongin skal ivast í, at nakar søkir um hesi hjálpartól til stuttleika ? hetta er ein beiskur veruleiki, sum hvørt einasta viðskiftafólk hjá HTM søkir um av tí beru neyð ? og harumframt so krevur umsóknararbeiðið við ringing, skrivum o.s.fr. so nógva orku frá tí, sum søkir, at mangur gevur upp á hálvari leið!


Tænastuveitingarnar eru ikki nøktandi. Far t.d. á aðalfund hjá teimum brekaðu. Har verður víst á, hvussu illa stendur til m.a. á hjálpartólaøkinum. Telefongreiðslutíðin er millum kl . 09.00 og 13.00, ongin avgreiðsla mikudag, og nú bert opin eftir avtalu, ongin døgn- ella vikuskiftistænasta at heita á um illa vil til, tí teknikkur kann nú einaferð svíkja! Einar 45 lyftir eru í føroyskum heimum kring oyggjarnar, og um lyftin stendur føst, so kann ein rullistólany´tari, blíva sitandi í lyftini frá jólaaftan til 2. nýggjársdag, tí ongin neyðtænasta er at venda sær til !!

Yvirsædda yvirlýsingin.

Eg havi valt bara leysliga at ly´sa viðurskiftini á HTM á hesum sinni, tí tey kenni eg best, eftir at hava sitið í koyritóli í 21 ár - eg orki ikki at fara inn á øll hini forsømdu økini á sosiala økinum: til tørvin á ellis- og røktarheimum, tørvandi bústaðir til rørslu- og menningartarnaði, vánaligu pensjónsviðurskiftini, alt ov fáar tímar í fólkaskúlanum til børn við serligum tørvi o.s.fr., o.s.fr. Meginfelag teirra Brekaðu ávaraði móti hesi gongdini fyri 2 árum síðani í eini yvirlýsing, har víst varð á, at møguligar yvirtøkur ómøguligt mátti ganga út yvir okkara veikastu borgarar, men tað var sum at sletta vatn á gás! Hetta, hóast longu er tikið av blokkinum og raðfest skeiva vegin sosialt í fleiri ár, so prosentvísi parturin á fíggjarlógini av samlaðu játtanunum til sjúkrahús-, almanna- og skúlaøkið er minkaður ár um ár, til nú allur studningur úr Danmark skal fella burtur í heilaga navni fullveldsins ? havandi í huga fyrisitingina av yvirtiknu økjunum, saman við minkandi blokkinum úr Danmark, so er onki at siga til at sporini ræða! Flestu familjur í hesum landi kenna snertin av hesum ótolandi viðurskiftum, men landsstýrið letst ikki um vón, men leggur heldur stein oman á byrðu við yvirtøkuætlanum sínum, fyri at hava okkurt í tí beru desperatión at vísa veljaranum á, nú valið nærkast!


Eg spyrji meg sjálvan, hvat er tað fyri samfelag, vit eru í ferð við at fáað Eru vit á veg burtur frá sosialdemokratiska vælfeðarsamfelagnum ? hesi samhaldsføstu samfeløgini á okkara leiðum, sum hava skapt eina vælferð fyri einstaka borgaran, sum bert er fjarur ynskidreymur í verðini annars. Nú tað lotar úr hanakjafti frá oljurisunum, samantvinnað við piparnøtirnar í láturligari marknaðarføring, so sum rógving á Scillyoyggjunum, bjargingarbelti til Reyða Kross o.s.fr., so leggja føroyskir politikkarar (og fjølmiðlar!) seg skerflatan í tí beru undirbrotligheit fyri multinationalu risunum, og gloyma føroyingin í Føroyum. Hvar verður stoltleikin í einum fullveldi, um persónliga lívsfrælsi hins einstaka verður skert, meðan olju- og fullveldisbarónarnir dusa sær í einum karráðum peningasamfelagi, har tann sterkasti ræður. Skal oljuvinnan seta dagsskránna, hvussu okkara samfelag skal skipast ? tey hava higartil fingið í posa og sekk, men hvussu við vanliga føroyinginum, sum tit politikkarar eru valdir at tænað Verða tey ríku ríkari, meðan tey fátæku verða fátækarið