Sp/f PE latið upp í nýggjum hølum

Í gjár kl. 16.30 stongdi Sp/f PE handilin í Stoffalág og kl. 7.30 í morgun varð nýggjur handil latin upp við Heykavegin. Fyritøkan húsast nú á 550 fermetrum við handli, goymslu og skrivstovu

Eftir 21 ár í Stoffalág læt matvøruhandilin Sp/f PE aftur í gjár. Stjórin í fyritøkuni, Petur Eirik Djurhuus, sigur, at umstøðurnar í Stoffalág gjørdust ov trongar, goymslan var blivin ov lítil, og ov trongligt at parkera.

Vit hava valt at flyta júst til Heykavegin, tí at handilin skal helst liggja nøkulunda í sama grannalag. Lætt er at koma til handilin, av tí at ringvegurin liggur tætt við. Eisini eru nógv arbeiðspláss har í nánd, sigur Petur Eirik.

Eins og í Stoffalág er talan um kolonialhandil og kiosk. Vøruúrvalið verður nakað størri enn áður, og fleiri sera góð tilboð vera hesa vikuna.

Handilin er opin soleiðis: Mánadag ? fríggjadag 7.30-22.00, leygardag 9.00-22.00. Sunnudag er stongt.