Spæla eftir sólsetur

Dystartíðin ger, at fótbóltslandsliðið ikki fær somu trupulleikar, sum liðið hevði í Sveis

Nicosia, Cypros: Tað man vera ein lætti av teimum heilt stóru hjá føroyska landsliðnum, og landsdysturin leygardagin ikki verður leiktur fyrr enn kl. 19 lokala tíð.
Eftir hitaslagið í Sveis, har føroyski stríðsviljin tóktist at bráðna í hitastigunum, mundu fleiri annars bera ótta fyri, at somu trupulleikar eisini fóru at gera seg galdandi á Cypern.
Og hitin er eisini heilt nógvur um dagarnar. Gott og væl 30 stig vísa mátararnir ymsa staðni í býnum, men so skjótt sólin setur, fellur hitin heilt nógv. Sostatt verður talan helst um eini 15-20 stig, tá dysturin er á skránni, og so skuldi tann parturin av spælinum ikki givið okkara teir stóru trupulleikarnar.