Trettanda umfar í kvinnukappingini er á skránni í dag. Tveir dystir eru í Gundadali – HB og EBS/Skála spæla klokkan 12.00, og B36 og B68 spæla klokkan 17.30.
Sambært skránni skuldi triði dysturin vera í Klaksvík klokkan 12.30, men hann verður ikki spældur ídag. Syndarliga vanlukkan í Leirvík í gjárkvøldið er orsøk til, at kvinnurnar í ÍF/Víkingi ikki fara til Klaksvíkar at spæla fótbólt ídag.