Gunnar Nielsen: 5
Stóð aftur framúr væl í málinum. Kundi illa gera nakað við málini hjá týskarunum, men hevði fleiri góðar bjargingar. Serliga tíðliga í dystinum vísti hann stórspæl, tá hann bjargaði væl.
Jóhn Troest Davidsen: 3
Kom væl frá verjupartinum, hóast týskarnir fleiri ferðir sloppu inn um í høgru síðu. Hevði trupulleikar í uppspælinum, men var eisini hart kroystur.
Atli Gregersen: 3 (Reytt kort 73.min)
Reyða kortið og brotssparkið telur sjálvandi nógv niður, sjálvt um Atli onga hjálp fær frá liðfeløgunum í hesum sambandi. Spældi annars væl í miðverjuni og var aftur hesa ferð djarvur, tá týskarnir løgdu eftir honum – og svaraði hart og kontant aftur.
Rógvi Baldvinsson: 4
Spældi við yvirskotið og fór framvið nakrar ferðir. Stóð stinnur í verjupartinum saman við Atla.
Viljormur Davidsen: 5
Dagsins spælari saman við Pól Jóhannusi. Stóð sterkur í myndini á føroyska liðnum. Er serliga sterkur á bóltinum, men kom eisini í millum í avgerandi løtum í verjustøðu.
Fróði Benjaminsen: 4
Brúkti tað mesta av tíðini at renna aftaná týska miðvøllinum. Arbeiddi sum ein hestur og vann eisini sínar nærdystir, men tað var lítið føroyski miðvøllurin kundi gera við Mesut Özil og hinar týskarnar.
Súni Olsen: 4
Brúkti eins og Fróði nógva orku upp á at renna aftur týska miðvøllinum. Vísti góðan bóltførleika, tá Samir Khedira mátti fella gøtumannin. Kom tíverri ongantíð í góða skotstøðu, men arbeiddi hart allan dystin.
Daniel Udsen: 2 (Út 68.min)
Arbeiddi somuleiðis hart í verjustøðu, men fekk at kalla einki burtur úr í álopsstøðu. Átti eina týdningarmikla takling inni í okkara brotsteigi, men megnaði ongantíð at koma í týðandi støðu í álopsstøðu.
Pól Jóhannus Justinussen: 5
Dagsins spælari saman við Viljormi. Var sera eyðsýndur í álopsspælinum í vinstru síðu. Stríddist sum ein oksi, men hevði torført við at fylgja við Philipp Lahm, tá hesin kom framvið.
Christian L. Holst: 4 (Út 76.min)
Byrjar aftur at líkjast sær sjálvum. Helt væl upp á bóltin og átti sín lut í, at føroyska liðið fekk luft og spæla í álop upp til fleiri feðrir.
Jóan Símun Edmundsson: 4 (Út 68.min)
Arbeiddi ótrúliga væl undir torføru umstøðunum. Helt væl upp á bóltin, spældi hann væl frá sær og vann luftdystir móti Per Mertescaker. Ein av avgjørt teimum betru landsdystunum hjá toftamanninum.
Christian R. Mouritsen: 4 (Inn 68.min)
Kom inn og gjørdi góðan mun í álopsspælinum. Átti innlegg til ein av okkara vandamiklaru møguleikum. Eftir at hava verið úti av landsliðshitanum, so er hann um at spæla seg heitan.
Páll A. Klettskarð: 4 (Inn 68.min)
Eitt gott innhopp frá framherjanum, sum aftur vísur, at hann er til reiðar at spæla í hvítu troyggjuni. Vónandi heldur menningin fram, so vit í framtíðini hava fleiri møguleikar í álopinum.
Hallur Hansson: (Inn 76.min)
Var ikki í 14 minuttir og tað er á markinum til at kunna gera eina meting. Kom inn mitt á vøllinum og hevði nakað at prógva. Misti onkran býttan bólt, men annars ov stutt inni til at gera eina meting.