Spælistovan Blóman letur nú fyribils upp aftur í kantinuni í Hoyvíkshøllini mánadag, týsdag og hósdag frá kl. 10-13. Spælistovan Blóman er fyri børn, ið ikki eru innskrivað á dagstovn, og foreldur teirra.
Ætlanin við spælistovuni er, at foreldur og avvarðandi og børn kunnu koma og njóta samveru við onnur vaksin og børn við spæli, hugna og práti. Tiltakið er eisini vælegnað til teirra, sum eru í kommununi styttri ella longri tíðarskeið, uttan at barnið hevur kommunalt dagstovnatilboð.
Í spælistovuni kunnu bæði vaksin og børn møta øðrum í somu støðu og á henda hátt er tað eitt gott høvi at samantvinna barnaspæl og prát millum tey vaksnu.
Spælistovan er ábyrgdarøki hjá Barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu. Opið er frá mánadegnum 12. mars í kantinuni í Hoyvíkshøllini mánadag, týsdag og hósdag millum kl 10 og 13.