The grand old man í føroyskum tónleiki Ólavur Øster hevur í 30 ár verið millum Føroya allar bestu gittarleikarar, meðan Joen Magnus hevur verið ein markant songrødd á føroyska tónleikapallinum síðan fyrst í 90árunum. Í Spaðar 5 møtast hesir báðir í eini frálíkari samanseting, sum stuðlað av einum góðum bólki megnar at fylla eitt hvørt dansigólv. Hetta kvøldið er 25 ára aldursmark í REX.
Fríggjakvøldið er REX karmur um 80ára discoteque við Ottar í Funningsstovu.