Hóast HB, EB/Streymur og TB hava spælt 15 dystir, NSÍ hevur spælt 17 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir, so er tað sambært skránni 18. umfar, ið verður seinnapartin í dag.
At dystartalið er so ymiskt kemst av, at Europa fótbólturin hevur borið við sær, at fleiri dystir eru útsettir. Nú er bara ein dystur í europeisku kappingini eftir í ár. Hann verður í Gundadali hóskvøldið, tá ið HB fer at spæla ímóti Maccabi Haifa, sum á heimavølli síðsta hóskvøld vann 7-2.
Orsakað av Europa dystinum hóskvøldið er landskappingardysturin, sum skuldi vera í Fuglafirði í dag útsettur. ÍF og HB fara at spæla mikudagin 15. september.
Líkindini at spæla fótbólt í dag eru av teimum fagrastu. Tað er rættiligt summarveður. Lotið er lítið, sólin kagar undan, og teir siga frá 16 hitastigum.
KÍ – Víkingur: Dagfinn Forná sunnudagin kl. 15.00
B68 – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum sunnudagin kl. 15.00
B36 – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen sunnudagin kl. 15.00
07 Vestur – TB: Bjarki Danielsen sunnudagin kl. 15.00
ÍF – HB: útsettur
KÍ |
16 |
14 |
2 |
0 |
63 |
4 |
44 |
Víkingur |
16 |
11 |
4 |
1 |
35 |
14 |
37 |
HB |
15 |
10 |
3 |
2 |
48 |
9 |
33 |
NSÍ |
17 |
8 |
4 |
5 |
32 |
25 |
28 |
B36 |
16 |
7 |
6 |
3 |
29 |
15 |
27 |
EB/Streymur |
15 |
4 |
3 |
8 |
13 |
28 |
15 |
ÍF |
16 |
3 |
3 |
10 |
17 |
41 |
12 |
B68 |
16 |
3 |
3 |
10 |
18 |
45 |
12 |
07 Vestur |
16 |
3 |
2 |
11 |
17 |
53 |
11 |
TB |
15 |
0 |
2 |
13 |
6 |
44 |
2 |